Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ósprongt dynamitt við Vágsverkið

SEV

Gamalt dynamitt, sum ongantíð var sprongt, er funnið í einum útgrevstri við síðani av Vágsverkinum, har víðkanin av verkinum er farin í gongd. Av trygdarávum er arbeiðið fyribils steðgað

Gamalt, ósprongt dynamitt er komið undan kavi, nú grivið verður út fyri eini útbygging, sum hevur til endamáls at økja motororkuna á Vágsverkinum.

Dynamittið hevur ligið undir jørð eystanfyri Vágsverkið síðani 1981, tá SEV fór í holt við at byggja verkið. Av trygdarávum er útbyggingararbeiðið steðgað fyrbils, meðan kannað verður, hvussu nógv ósprongt dynamitt liggur fjalt í helluni, og hvussu víðkanin av Vágsverkinum kann halda fram undir tryggum umstøðum.

Í løtuni verður hellan reinsað og spulað við vatni, so yvirlit fæst yvir, hvussu umfatandi økið við ósprongdum dynamitti er. Síðani verður staðið kannað nærri, áðrenn avgjørt verður, hvussu farast skal fram í málinum