Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øssur Mohr í Gamla Seglhúsinum!

Tíðindaskriv

Mikudagin 28. oktober letur upp listaframsýning við Øssur Mohr. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at flyta fram røðu og kemur Hans Andrias Jacobsen eisinin at syngja og spæla.

Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin.

Talan er um eina søluframsýning, sum kemur at hanga uppi til seinnapartin av november. Tað er ókeypis at vitja og er framsýningin opin yrkadagar frá 15:00 til 17:00 og sunnudagar frá 14:00 til 18:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin!