Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óstortslig framferð hjá Klaksvíkar Býráð

Oliver Joensen

Tað var ein løgin og illa umhugsað ”jólagáva”, sum barnafamiljur í Ánunum og Oyri fingu frá Klaksvíkar Býráð.

Tað var ein løgin og illa umhugsað ”jólagáva”, sum barnafamiljur í Ánunum og Oyri fingu frá Klaksvíkar Býráð.

Beint áðrenn umsitingin í býráðnum fer í jólafrí verður skriv sent til barnafamiljurnar í Ánunum og á Oyri. Í brævinum verður millum annað sagt at skúlabarnakoyringin, ið, galdandi frá 1. Januar 2016 verður niðurløgd, í staðin verður víst til flutning við kommunalu býarbussunum.

Fleiri foreldur fingu sum frammaná, tí skúlabarnaflutningurin hevur rigga framúr væl, har flutningurin hevur verið lagaður eftir hvørjum einstøkum barni á kalla, soleiðis at skilja, at koyrt hevur verið í stóran mun eftir skúlatalvuni hjá børnunum.

Brævið úr býráðnum er daterað 15 desember, og avgerðin fekk virkning frá 1. Januar. Foreldur, ið vildu í samband við býráðið høvdu ongan møguleika til tess, tí øll umsitingin var sjávandi í jólafrí.

Hetta er nakað, ið vit als ikki eru nøgd við, søgdu nógv av foreldrunum, sum Norðlýsið hevur verið í samband við. Tey, ið hava smæstu børnini siga, at tey hava ikki brúkt býarbussleiðin av tí einføldu orsøk, at hon ikki passar saman við flutningstørvinum hjá børnunum. Eitt nú fer bussurin av Oyri klokkan 7.20 og úr Ánunum klokkan 7.23 og tá eru børn komin til stongdan skúla. Harafturat er onki bussskýli har børnini kunnu kroka ímeðan bíða verður eftir bussinum, hvørki á Oyri, Ánunum ella við skúlan.

Foreldur at yngstu børnunum eru serliga varðin við at senda børnini við býarbussinum, tí hesi smáu skulu ganga ígjøgnum øki við sera masivari bilaferðslu serstakliga um morgnarnar.

Tá so børnini skulu aftur til hús, er við hvørt ein heilur tími ímillum at býarbussleiðin koyrir og tað halda foreldur er ikki nøktandi. Í hvussu so er hevur hetta havt til fylgju, at flestu foreldur hava valt at koyra børnini í skúla við egnum bilum.

Neyvan er orsøkin til at fólkini í Ánunum og Norðoyri fáa so stutt skotbrá, at kommunan er so sperd peningaliga, sum Norðlýsið skilir, so kostar skúlabarnaflutningurin úr Ánunum og Oyri um 150.000 krónur árliga.

Tá slík inntriv verða gjørd í tænastu til borgaran, og serliga til skúlanæmingar, so skuldi ein trú at broytingar, fylgdu skúlaárinum, soleiðis at foreldur vistu, áðrenn tey sendu børnini í fyrsta flokk, hvørjir flutningsmøguleikarnir til skúlan vóru, tí tað er ikki bara bara, hjá børnum og foreldrum at leggja sínar vanar um í miðjum skúlaári.

Fyribils hevur býráðið fingið burturúr, at fleiri av foreldrunum við smáum børnum nú koyra sjávi – meira ferðslukaos við skúlan, beint ímóti ætlanunum við býarbussunum.

Íbúgvarnir í Ánunum hava sent býráðnum skriv, har biðið verður um fund um málið.

Um tað er torført hjá umsitingini í býráðnum at leggja rutuna hjá býarbussunum soleiðis til rættis at tey smáu børnini eisini kunnu brúka bussarnar, so átti skúlabarnakoyringin ið hevur verið til heilt aftur í 50-ini í øllum førum at hildið fram til býarbussarnir vóru lagaðir til nýggju uppgávuna, sum teir ikki megna at loysa ídag.

Oliver


Harleywoodpaint