Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ótolandi støða hjá suðuroyingum – kommunurnar mótmæla

Oliver Joensen

Til Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum

YVIRLÝSING FRÁ KOMMUNUM Í SUÐUROYNNI VIÐVÍKJANDI SUÐUROYARLEIÐINI
Kommunurnar í Suðuroynni hava á fundi í kvøld, mánakvøldið 27. januar 2014, umrøtt ótolandi støðuna sum hevur valdað á Suðuroyarleiðini síðan august mánað í 2013.

Kommunurnar kunnu als ikki góðtaka, at borgarar og vinnulív í Suðuroynni skulu hava slíkar treytir á samferðsluøkinum nú vit skrivað 2014.

Í dag, mánadagin 27. januar 2014, skuldi eftir vanligu ferðaætlanini hjá Smyrli verða 6 túrar um Suðuroyarfjørð. Nú klokkan nærkast 21 er ongin túrur sigldur um Suðuroyarfjørð enn í dag.

Støðan á Suðuroyarleiðini er verri enn støðan fyri 120 árum síðani, tá siglt varð eina ferð um dagin. Síðan august í fjør hevur ferðaætlanin um Suðuroyarfjørð verið ótolandi óstøðug, til stóran ampa fyri bæði fólk og vinnulív í Suðuroynni.
• Hetta hevur ført við sær munandi meirkostnaðir og inntøkumiss fyri vinnulívið.
• Hevur ført við sær, at fólk í Suðuroynni hava verið tvungin at leggja fleiri dagar uppfyri, tá stutt tænastu ørindi skulu avgreiðast í meginøkinum.
• Hevur kravt, at fólk fara til Havnar fleiri dagar áðrenn, tá ferðir skulu gerast í arbeiðsørindum út í heim.
• Hevur ført við sær inntøkumiss hjá handverkarum, sum virka í meginøkinum, tí teir sleppa ikki til arbeiðis.
• Hevur ført við sær, at vinnulív, stovnar og fólk í Suðuroynni ikki hava fingið loyst uppgávur av fólki úr meginøkinum og uttan úr heimi.
• Stutt sagt, hava viðurskiftini á Suðuroyarleiðini verið alt annað enn nøktandi síðan august mánað í fjør.

Kommunurnar í Suðuroynni krevja at viðurskiftini á Suðuroyarleiðini koma í rættlag alt fyri eitt.

Soleiðis samtykt á felagsfundi millum allar kommunustýrislimir í Suðuroynni