Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ótrúliga professionelt starvsfólk

John D. Olsen

"Kabbinufólkini vóru ótrúliga professionel" Soleiðis sigur Magnús Thór Halfsteinsson, um starvsfólkini umborð á Atlantic Airways.

Við umborð á flogfarinum, sum eftir ætlan skuldi lenda í Vágum leygarkvøldið, men sum mátti fara til Noregs, vóru fýra íslendskir menn, sum vóru ávegis til Klaksvíkar í arbeiðsørindum. Millum teirra var tann í Føroyum kendi, Magnus Thór Halfsteinsson, Althingslimur, sum fyri stuttum var við á fiskivinnuráðstevnuna í Klaksvík.

Magnus Thór Halfsteinsson greiðir frá, at tað var eingin um grunaði nakað um nakran trupulleika undir túrinum. Tá flogskiparin fór undir innflúgvingina, gjørdist hann varugur við, at okkurt var áfatt við mekanikkinum í veingjunum, sum ger, at flogfarið kann minka um ferðina, soleiðis at tað kann seta seg á flogbreytina.

Tá flogskipararnir gjørdist greiður yvir hetta, vendi teir sær til ferðafólkini á ein sera dugnaligan máta. Púra róliga greiddi teir frá hvat var áfatt, og hvussu teir ætlaðu at loysa trupulleikan. Teir vístu m.a. á, at tað kundi verða vandi fyri, at hjólini brustu tá teir við høgari ferð nomu við lendingarbreytina.
– Eg má siga, at hesir báðir ungu flogskipararnir vístu einastandandi dugnaskap og professionalismu, sigur Magnus.

Hann letur eisini sera væl at handfaringini av støðuni hjá teimum, sum arbeiddu í kabinuni. Flogternurnar vóru sera róligar og dugdu væl greiða fólki frá støðuni.
– Tað var ongantíð ein mina at síggja á teirra andlitum, sum annars kundi roknast við, tá ein slík støða er íkomin.

Magnus Thór og hinir íslendingarnir greiða eisini frá, at tað var sera friðarlig í kabbinuni ávegis til Noregs. Men tað var ongantíð ein ótolandi støða, siga teir. Av tí at flogternurnar vóru so róligar og professionellar, so gjørdust ferðafólkini ongantíð órólig.
– Sjálvandi vóru vit spent og hvør einstakur sat við sínum hugsanum, sigur Magnus.

Av tí at Magnus Thór Halfsteinsson og hinir tríggir íslendingarnir sótu aftast í flogfarinum og næst neyðdurnum, vóru teir spurdir, um teir kundu hjálpa, um so var, at fólkini vórðu noydd at ríma av flogfarinum í skundi eftir lendingina.
-Vit vóru spurdir, um vit kundu verða teir fyrstu sum lupu út ígjøgnum neyðdyrnar, gekk lendingin ikki sum ætlað. Flogternurnar greiddu okkum frá, at um so var, at flogskipararnir róptu aktivate, so skuldu vit gera okkum klárar at leypa út ígjøgnum neyðdyrnar. Vit vóru eisini spurdir, um vit kundu hjálpa við, at taka ímóti hinum, sum komu niðurígjøgnum sjálvuppblásandi skreiðibreytina, um so varð, at tað var neyðugt við hesum. Hesum játtaðu vit sjálvandi fyri.
– Flogternurnar vístu aftur her, hvussu væl teir vóru vandar og hvussu dugnaligar tær vóru. Tað var allatíðina púra greitt hvat tær tosaðu um,og vóru tær í hesi trongu støðu róligar og fyrikomandi.

-Vit lendu við nógvari ferð, og sjálvandi gav tað okkum ein hvøkk, men ikki meira enn so, enn at fá sekund eftir, klappaðu øll fyri lendingini.

-Aftaná kallaðu teir blaðungu flogskipararnir okkum saman og greiddu okkum sakliga frá hendingini og so væl var fráfarið hjá skiparum og manning, at einar tveir til tríggjar tímar seinni hildi vit leiðina fram til Føroya við einum øðrum flogfari hjá Atlantic Airways.

Íslendska ferðaliðið, ið skal aftur á flog við Atlantic í morgin, kennir seg at vera í góðum hondum. Íslendski Althingslimurin sigur, at hann fyrr hevur sagt við Magna Aarge, at hann heldur Atlantic Airways vera eitt tað besta flogfelagið hann hevur flogið við.

– Í so máta má eg siga, at tað ikki var óvæntandi, at starvsfólkini handfóru støðuna soleiðis sum tey gjørdu, men samstundis má eg siga, at starvsfólkini vóru ótrúliga professionell.