Í viðmerking til málið hjá Tórbjørn Jacobsen sigur Kaj Leo Jóhannesen at sovorðin viðurskifti átti løgmaður at kanna, áðrenn landsstýrismaðurin varð settur og tað hevur altíð verið praksis áður.
Í samrøðu við Vágaportalin sigur formaðurin í Sambandsflokkinum m.a.:
– Sovorðin viðurskifti átti løgmaður at kanna, áðrenn landsstýrismaðurin varð settur og tað hevur altíð verið praksis áður, sigur Kaj Leo.
– Og spurningurin er so eisini um objektivitetin hjá hesum 3-manna bólki, sum skal kanna málið viðvíkjandi Torbirni Jacobsen, tá hesin bólkurin er undir eftirliti hjá Fiskimálaráðnum.
– Hetta má sigast at vera ótrúligt, at okkara skipan loyvir slíkum, sigur formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen.
Kelda: www.vagaportal.com




