Longu nú er ein hópur av fremmandafólki at síggja í býnum í Klaksvík og fyrireikingarnar til Summarfestivalin eru í hæddini.
Vit hava sera gott mót, sigur Erik Biskopstø. Veðrið er av tí allarbesta og veðurmenninir eru mildir um festivaldagarnar. Harafturat gongu strúkandi at selja atgongumerki og fyrireikingararbeiðið koyrir sum tað skal.
Longu nú eru fleiri stuttleikabátar komnir á Varpið og harafturat eru eisini kampingvognar byrjaðir at koma.
Stóri pallur er ikki uppsettur enn, men hann er við Norrønu ídag, og vit rokna við at pallurin kemur til Klaksvíkar í kvøld og tá verður beinanvegin farið undir at seta hann upp.
Í Flagsteltinum eru teir í ferð við at gera seg liðnar við uppseting av ljóðanlegginum.
Í morgin, eftir dystin ímillum KÍ og HB verður fyrsta tiltakið sett ígongd á stóra palli. Tað verða Trøllapætur og Omman sum koma at skjóta Summarfestivalin 2009 ígongd.
So vit síggjast á Vágsbø í annaðkvøld kl. 19.15.




