Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óuppiborin B36 sigur

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Hóast KÍ til tíðir var greitt betra liðið í Gundadali, so var tað heimaliðið sum púra óuppiborið fór avstað við øllum.

KÍ hevur ikki til siðvenju at sita á dystum og mynda dystir í Gundadali sum um tað var KÍ, sum spældi á heimavølli. Men tað var hetta sum hendi í dag, tá favorittarnir úr B36 møttu einum KÍ liði, sum undan dystinum misti allan sentrala miðvøllin. Fyri Atla Danielsen og Evrard Blé komu Jákup B. Andreasen og Hjalgrím Elttør, og teir komu væl frá uppgávuni.

KÍ var betra liðið

Tað var KÍ, sum gjøgnum nærum allan dystin var betra liðið og sum spældi seg til fleiri møguleikar og støður enn tama heimaliðið. Teir bláu vóru grammari og høvdu lættari við at koma fram til tær góðu støðurnar. Ímóti dystargongdini kom B36 á odda við brotssparki frá Jákup á Borg. Brotssparkið kom eftir frísparksinnlegg og júst hetta frísparkið sá ivasamt út. Men stutt eftir javnaði Heðin Klakstein eftir deyðbóltsstøðu, har bólturin eitt sindur tilvildarliga endaði hjá Heðini, sum sostatt kundi skora sítt 5. mál í sínum góða kappingarári. Hálvleiksstøðan var 1-1, men í KÍ leguni angraðu tey flestu seg yvir, at útiliðið ikki hevði leiðsluna í hálvleikinum.

KÍ trýsti – Lukasz skoraði

Í fyrru hálvu av seinna hálvleiki bleiv munurin á liðunum enn størri. KÍ sat á øllum og nú blivu mál møguleikarnir eisini stórir. Men inn vildi bólturin ikki. Tá so Lukasz Cieslewicz fyri fyrstu og kanska einastu ferð í dystinum slapp í sína ynskisstøðu í mótálopi og góðum plássi, so revsaði hann KÍ liðið og setti bóltin inn við nærmastu stong. 2-1 og tann annars frustreraða B36 heimafjøldin kundi nú fegnast um eina sera óuppiborna leiðslu.

Um miðjan seinna hálvleik fór Páll A. Klettskarð út eftir ein at síggja til álvarasaman skaða. KÍ setti tá Tórur Justesen inn og setti Hjalgrím longur fram. Tá bleiv KÍ miðvøllurin tunnur, har teir ungu Jákup og Tórur høvdu tað trupult. KÍ broytti tað eisini stutt eftir B36 málið, og so fekk liðið betri tamarhald á tí. KÍ fekk onkran stóran møguleika eftir 2-1 málið og B36 var onkuntíð nær við, tá dysturin opnaði seg meira. Men einki mál kom afturat og so endaði dysturin við 2-1 sigri til B36, sum var ótrúligt um hugt verður eftir dystargongdini.

Markant framgongd á KÍ liðnum

Tað er eingin ivi um, at KÍ liðið gjøgnum kappingina hevur ment seg nógv. Liðið hevur fingið nógv stig seinastu tíðina og spælt væl yvir longri tíð og um ein samanber dystin millum B36 og KÍ fyrr í ár við dystin í dag, so hevur KÍ liðið flutt seg nógv rætta vegin. Verjuspælið er gott, tí tað er sjáldan at B36 kemur til so fáar møguleikar sum í dag, meðan KÍ í álopspartinum skapar nógvar góðar møguleikar, har liðið í fyrra dystinum nærum ikki skapti nakran møguleika. Tá skal havast í huga, at KÍ liðið hevði truplar fyrireikingar til dystin, har teir báðir sentralu miðvallarleikararnir – Blé og Atli – í 4-4-2 leikskipanini ikki vóru tøkir til hendan dystin. Men fyri tað mesta var tað ikki til at síggja, at KÍ miðvøllurin var so skerdur. Eisini var óttin, sum nógvir KÍ leikarar ofta hava, tá teir spæla í Gundadali, ikki til at síggja hendan dystin og tað eru fleiri ár síðani, at KÍ hevur framt so gott leikligt avrik í Gundadali. Hjá KÍ er tó eingin ivi um, at liðið angrar seg nógv um nógv mist stig á útivølli, har liðið leikliga er betri enn mótstøðuliðið. Men misnýttir møguleikar hevur eyðkent liðið í nógvum dystum, og eisini tá liðið hevur vunnið. Í dag kostaði tað, meðan B36 í Lukasz Cieslewicz hevur kanska tann størsta einstaklingin í Effodeildini, sum kann avgera dystin, hóast hann bara fær ein møguleika til hetta. Hann bleiv eisini munurin á liðunum í dag, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Leikliga sæð var B36 sigurin ikki uppiborin.

Harleywoodpaint