20. november er altjóða barnarættindadagur. Hóast Føroyar skrivaðu undir sáttmálan í 1992, so liva vit enn ikki upp til allar ásetingarnar. Framstig eru tó at hóma, men tá tað snýr seg um at undirvísa børnum í barnarættindasáttmálanum er enn langt á mál.
20. november er altjóða barnarættindadagur. Hóast Føroyar skrivaðu undir sáttmálan í 1992, so liva vit enn ikki upp til allar ásetingarnar. Framstig eru tó at hóma, men tá tað snýr seg um at undirvísa børnum í barnarættindasáttmálanum er enn langt á mál.
Amnesty fegnast um, at føroysku myndugleikarnir hava tikið stig til at fylgja pørtum av tilmælunum frá ST. Tað hevur m.a. verið umrøtt at seta barnaumboð á stovn og fráboðanarskyldan er herd, men higartil hava vit ikki sæð nakra ítøkiliga ábending um, at politiski myndugleikin fer at útvega okkum hagtøl um t.d. kynsligan ágang, og stig eru heldur ikki tikin til at liva upp til áheitanina frá ST um, at øll børn í Føroyum skulu kenna síni rættindi, sum eru ásett í Barnarættindasáttmálanum.
Amnesty metir, at tað er orsøk at óttast, at føroysk børn ikki í nóg stóran mun kenna síni rættindi. Í apríl í ár ein starvsnæmingur hjá okkum eina lítla spurnarkanning, har 93 næmingar í 9. flokki vórðu spurdir um mannarættindi. Hóast hetta bert var ein lítil vegleiðandi kanning, vórðu vit bilsin av at staðfesta, at tað bert vóru 47 prosent av næmingunum sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi. Sostatt visti meira enn helminingurin ikki, at børn hava serlig rættindi staðfest í barnarættindasáttmálanum. Av teimum 93 spurdu næmingunum høvdu 41 av teimum verið til undirvísing hjá Amnesty fyri einum-tveimum árum síðan. Millum teirra var talið á teimum, sum vistu, at børn hava síni egnu rættindi, munandi størri. Tað var 71 prosent.
Í samband við altjóða barnarættindadagin 20. november hevur Amnesty heitt á Bjørn Kalsø mentamálaráðharra um tryggja, at barnarættindasáttmálin í framtíðini gerst partur av lesiætlanum. Amnesty hevur somuleiðis spurt, Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, um ítøkilig stig eru ella verða tikin at liva upp til áheitanina frá ST, um at vit í Føroyum skulu vera betur til at upplýsa børnum um barnarættindasáttmálan.
Hetta vísti ST á í áheitanini til Føroyar í 2011:
· “At barnarættindasáttmálin eigur at vera partur av undirvísingarætlanini í øllum skúlum”
· “At øll, sum arbeiða við børnum, eiga javnan at fáa skeið og venjingar í barnarættindum”
Amnesty saknar eina yvirskipaða politiska viðger av tilmælunum frá ST. Tað er týdningarmikið, at politisk støða verður tikin til tilmælini, og at ein ætlan verður gjørd fyri, hvør hevur ábyrgd av ymisku tilmælunum, og nær ætlanin er at seta tilmælini í verk. Hetta verður eisini staðiliga heitt á Føroysku myndugleikarnar í viðmerkingunum frá ST í 2011.
Meðan vit her heima arbeiða fyri at betra um korini hjá føroyskum børnum, so eiga vit ikki at gloyma tey børn úti í heimi, hvørs rættindi verða skerd.
Í samband við barnarættindadagin og móttøku okkara í nýggju hølum hava vit endurprentað plakatina við Barnarættindasáttmálanum, soleiðis at øll áhugað, kunnu fáa eitt eintak.




