Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov fáir bátar hjá grindini

John William Joensen

(Kl. 12:38) Blaðstjórin, sum er umborð á Enjoy, sigur at tað gongur illa at fáa rakstur á grindina

 – Vit eru einans tríggir bátar sum eru hjá grindini í løtuni. Hon gongur í trimum bólkum og er sera spøk. Tí er trupult at fáa rakstur á grindina.
– Vit eru staddir einar 10 fjóðringar suður úr Skorini.- Veðrið er av tí allar besta, stilli og sólskin, men um ikki fleiri bátar koma verður tað trupult at fáa gongd á raksturin, sigur Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, sum er staddur umborð á bátinum hjá Brandal – Enjoy.

Harleyfacadeacryl