Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov nógv í óvissuni

John William Joensen

Vit vilja vera og eru størsta fiskivinnuhavn í Føroyum og hartil er fiskiflotin sera fjølbroyttur, líka frá ein av heimsins størstu trolarum til smáu fýramannaførini.

Hesi seinastu gera kanska ikki stórar skreytir ídag tá tosað verður um kormersiella fiskivinnu, men tey skulu takast við, tá vit tosa um havnina í Klaksvík, sum í fyrstu atløgu Havnanevndin hevur ábyrgdina av.
Í seinasta blað varð nevnt eitt sindur um bátabrúgvarnar. Vit hava fingið fleiri reaktiónir upp á viðurskiftini har og fleiri hava ført fram, at bátabrúgvarnar lúka ikki treytirnar, sum bátunum har tørvar.
Orsøkin er, at flotin av smábátum er so nógv broyttur í stødd, at bátabrúgvarnar als ikki halda til trýstið frá teimum tá veðrið leikar í.
Tað sær ikki út til at Havnanevndin hevur nakra sum helst ætlan at arbeiða framímóti her, tí alt ímeðan størri og størri bátar fáa bátapláss, økist rakstrarkostnaðurin av neyðars bátabrúgvunum og tað sæst onki til, at Havnanevndin ger nakað við hetta, uttan at royna at sveisa armar og annað aftur so hvørt tað fer.
Hyggja vit longur út á Vágna, so er nýtt sokallað boulwerk gjørt á Stongunum, og so umhugsið er farið fram, at sjálvt stóru útróðrarbátarnir vilja ikki liggja her, tí boulwerkið er so hart, at bátarnir fáa skaða tá nakað sum helst er at í sjónum og tí vera enn fleiri av stóru smábátunum kroystir heim ímóti bátabrúgvunum, sum frammanundan ikki standa fyri trýstinum tær eru fyri.
Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, at tá nú so nógv grót hevur verið tókt í sambandi við Norðoyatunnilin, at tað ikki hevur verið frammi at gjørt eitt grótkast frá ferjuleguni  og yvirímóti heimarukei og kanska frá heimarukei og yvirímóti, soleiðis at sloppist hevði undan suðinum inni á Vágni. Harafturat áttu vit at verið komnir nógv longur við at fylt út heim ígjøgnum fjørðuna av heimastu kei og líka heim ímóti Føroya Bjór.
Allan vegin heim við hesum teininum kundu so smábrúgvar og atløgupláss verið gjørd til størri smábátar og sjálvar bátabrúgvarnar kundu harvið verið brúktar til tað, tær upprunaliga eru ætlaðar til, nevniligar teir smæstu bátarnar.
Tað sæst alt ov lítið til arbeiðið hjá Havnanevndini tá íð um keikantin ,og tað sum har hoyrir til, ræður.
Ljós, vatn og el er ein fyritreyt, eisini hjá smábátunum og harafturat er tað at hava gott ljós við brúgvarnar hjá smábátunum eisini ein stórur partur av trygdini og her eru vit eftirbátar so tað stendur eftir.
Róm bleiv ikki bygdur eftir einum degi, men sum onkur annar segði, so ber til at eta ein elefant, bert man etur eitt bít ísenn. Tað vit eftirlýsa er ein miðvís ætlan hjá Havnanevndini. Vit hava í hvussu so er higartil sæð sera lítið til nakað miðvíst mál við tí ítøkiliga arbeiðinum, sum Havnanevndin ímillum ár og dag ger.
Tað er í lagi at hava yvirordnaðar ætlanir, sum býarplánin, men hesin eigur eisini at síggjast aftur í verki, tá Havnanevndin brúkar pening.

Harleywoodpaint