Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óvanliga nógvar royndir á Víkinga liðnum

Jákup Ósá

Vit hyggja eftir tali av dystum í bestu føroysku deildini og miðalaldri á uppstillingunum hjá KÍ, Víkingi og B36 seinasta dyst.

Tað man vera sjáldan, at ein uppstilling hevur havt so høgan miðalaldur og so nógvar dystir úr bestu føroysku deildini, sum Víkingur hevði síðsta sunnudag móti KÍ.

Norðlýsið hevur kannað núverandi KÍ lið, hvat royndum og miðalaldri viðvíkur og samanborið við farna og komandi mótstøðuliðini Víking og B36. Har sást beinanvegin, at Víkingur er eitt lið, sum hevur óvanliga nógvar royndir úr bestu deildini, og at miðalaldurin eisini er høgur. Í yvirlitinum yvir dystir skal viðmerkjast, at bara dystir frá bestu føroysku deildini telja við. Hjá summum leikarum – serliga útlendskum – er ofta tað galdandi, at teir hava spælt nógvar dystir á høgum støði í øðrum londum. Har hevur Víkingur t.d. bara leikarar, sum hava spælt í Føroyum í nógv ár, meðan KÍ t.d. hevur tveir 30 ára gamlar serbar, sum komu til føroysku kappingina áðrenn hetta kappingarárið. 

Komandi sunnudag møtast KÍ og B36 og tey bæði liðini eru áleið á sama støði, hvat royndum og miðalaldri viðvíkur. 

Uppstillingin hjá KÍ seinasta dyst:

Kristian Joensen – 102 dystir – 23 ár

Jonas F. Rasmussen – 117 dystir – 27 ár

Ahmed Mujdragic – 19 dystir –  30 ár

Ólavur Niclassen – 2 dystir –   18 ár

Sørmundur Kalsø – 141 dystir – 24 ár

Ísak Simonsen – 96 dystir –  22 ár

Jákup B. Andreasen – 40 dystir – 18 ár

Semir Hadzibulic – 18 dystir – 30 ár

Jóannes Bjartalíð – 50 dystir – 20 ár

Páll A. Klettskarð – 156 dystir – 26 ár

Hjalgrím Elttør – 380 dystir – 33 ár

Dystir samanlagt: 1121

Miðalaldur: 24,6 ár

Uppstillingin hjá Víkingi seinasta dyst:

Geza Turi – 285 dystir – 42 ár

Gert Hansen – 269 dystir – 32 ár

Atli Gregersen – 249 dystir – 34 ár

Erling D. Jacobsen – 194 dystir – 26 ár

Hanus Jacobsen – 300 dystir – 31 ár

Hans Jørgen Djurhuus – 225 dystir – 37 ár

Sorin Anghel – 310 dystir – 37 ár

Filip Djordjevic – 135 dystir – 22 ár

Sølvi Vatnhamar – 207 dystir – 30 ár

Hans Pauli Samuelsen – 358 dystir – 31 ár

Andreas Lava Olsen – 107 dystir – 28 ár

Dystir samanlagt: = 2639

Miðalaldur: 31,8 ár

Uppstillingin hjá B36 seinasta dyst:

Tórður Thomsen – 215 dystir – 30 ár

Jónas Tór Næs – 96 dystir –   29 ár

Andrias Eriksen – 68 dystir –   22 ár

Hørður Askham – 89 dystir –   21 ár

Høgni Eysturoy – 174 dystir – 26 ár

Odmar Færø – 150 dystir – 26 ár

Róaldur Jakobsen – 229 dystir – 25 ár

Hanus Thorlefsson – 257 dystir – 30 ár

Lukasz Cieslewicz – 142 dystir – 28 ár

Hannes Agnarsson – 13 dystir –  17 ár

Sebastian Pingel – 16 dystir –  23 ár

Dystir samanlagt: 1449

Miðalaldur: 25,2 ár

Kelda: FaroeSoccer