Í døgunum 12-22. oktober 2017 fáa føroysku Lions klubbarnir vitjan av DG Ole Rubach
Í døgunum 12-22. oktober 2017 fáa føroysku Lions klubbarnir vitjan av DG Ole Rubach
DG stendur fyri Distrikts Gouvernør, og er Ole Rubach ovasti leiðari fyri tað danska Lions-økið, sum Føroyar eisini eru ein partur av. Endamálið við vitjanini er at styrkja Lions arbeiðið í økinum.
Í Føroyum eru seks Lions-klubbar, sum hvør sær savnar pening við at fyriskipa ymisk tiltøk. Lions hevur tann málsetning, at innsavnaður peningur óskerdur verður latin til vælgerandi endamál. Umframt at lata stuðul í nærumhvørvinum, samarbeiða føroysku klubbarnir eisini um átøk, sum fevna um alt landið, eins og teir hjálpa til í samband við neyðhjálpararbeiði uttanlands.
Vitjanin hjá DG byrjar í Vágunum, síðan verður farið til klubbarnar í Suðuroy, Eysturoy, Sandoy, og endar hann vitjanina hjá Lions Tórshavn og Lions Liljan í Havn.




