Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ove Flindt harmur um leysasøgur

John William Joensen

eg var í vikuni uppringdur av donskum blaðmanni, sum spurgdi um tað var rætt at Oddbjørn Joensen var settur sum høvuðsvenjari hjá KÍ, sigur Ove Flindtbjerg í viðmerking

– Eg má siga sum er, at hetta var nýtt fyri mær.
– Eg greiddi síðani frá at tá eg fór úr Klaksvík í oktober mánaða høvdu vit eina greiða avtalu um framhaldandi samstarv, og tí var tað ikki sørt skelkandi fyri meg at frætta tíðindini.
– Eg havi síðani roynt at fingið fatur á formanninum í fótbóltsdeildini hjá KÍ, Símun Gullaksen, men hetta hevur ikki eydnast mær.
Ove Flindt, sigur at hann hevur einki frætt um at avtalan við KÍ skal verða uppsøgd, tí seinast hann tosaði við felagið, stóðu teir 100 % aftan fyri avtaluna.
KÍ venjarin helt tað annars vera løgið, tí áðurnevndi blaðmaður skuldi hava tíðindini frá fólkum í felagnum.