Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ovi Flindt Bjerg, høvuðsvenjari hjá KÍ: Ongar broytingar á KÍ liðnum til vikuskiftið

John William Joensen

– Í steypakappingini kann ein ikki dyrgja eftir javnleiki og tí fara vit til Fuglafjarðar fyri at vinna, sigur KÍ venjarin Ovi Flindt Bjerg

KÍ skal til Fuglafjarðar um vikuskiftið at leika dyst í kappingini um løgmanssteypið.
Kvartfinaludysturin millum ÍF og KÍ byrjar kl. 15 og er bert hesin eini dysturin, so tað liði kemur víðari sum vinnur dystin.
 
Allir menn tøkir
KÍ venjarin Ovi Flindt Bjerg er sera væl nøgdur við avrikið hjá monnum sínum í Havn seinasta vikuskifti og vantandi verður sama liði á vøllinum í Fuglafirði.
– Vit gjørdu tað gott í Havn seinsta vikuskifti, men ÍF vann heili 4-2 á NSÍ. Eitt lið sum skorðar fýra ferðir má ein hava respekt fyri, men hinvegin so kann ein ikki brúka javnleik til nakað í eini stypakapping og tí fara vit til Fuglafjarðar at vinna dystin.
-Vit hava allar menn tøkar og eg vanti ikki at tað verður neyðugt við broytingum í uppstillingini til dystin.
 
Ovi afturkomin
Ovi Nysted hevur vant við hesa vikuna, men venjarin er í iva um hann verður klárur til vikuskifti.
– Venjingarnar hesa vikuna fara at vísa um Ovi er í nóg góðari venjing at verð í hópinum til dystin móti ÍF.
Jacob Bymar verður heldur ikki vil móti ÍF. Skaðin hjá honum hevur gjørt at hann hevur verið burtur frá venjing í 10 dagar og tí verður hann heldur ikki við í móti ÍF.
– Tó vanti eg at hann fer at venja við fullari styrki komandi viku.