Ovi Frederiksen, fyrrverandi lærari, sóknarstýrisformaður og KÍ-ari, sigur at tað er stórur munur millum fótbóltin í dag og so tá hann var ungur.
Greinin hevur verið í KÍ-tíðindum, og verður her endurprentað í samband við 100 ára dagin.
Tað eru sjálvandi nógvir ymiskir leikarar sum gjøgnum árini hava mynda KÍ, og ein av gomlu KÍ-hetjunum er Ovi Frederiksen.
Sjálvur sigur hann seg ikki hava verið so nógv við á 1.deild, tá hann sum sagt tíðliga fór at lesa. Tí var hann fyri tað mesta tøkur í summarhálvuni og tá var sera trupult at sleppa inn á liði.
Dreingjaárini.
Ovi sigur at hann serliga minnist til árini á Dreingjaliðnum hjá KÍ.
John Reid Bjartalíð tók sær av at venja dreingirnar.
Tá bleiv ikki vant á sama hátt sum í dag. Tá var tað einki sum nevndist upphiting men dreingirnir blivu býttir eftir býlingunum, og so bleiv spælt.
» Eg minnist at teir dreingirnir sum blivu útvaldir at spæla dyst vóru teir sum vóru mest madigir. Eg minnist hvussu illa okkum dámdi at leika ímóti B36 tí dreingjaliði hjá B36 átti tveir leikarar, sum vóru serliga kropssterkir.
Tað vóru Havna Jógvan (Jógvan Clementsen) og Jógva Sundsstein!«
Útveljing til dyst
Ovi fór sum sagt tiðliga at lesa, men tá hann var heima í summarfrí hjálpti hann onkuntíð John Reid, við at venja dreingirnar.
»Eg minnist einaferð eg var venjari hjá dreingjunum og vit skuldu spæla heimadyst ímóti B36.
Dagin fyri dystin ringir John Reid til mín og spyr um eg hava mannað liði sum skal spæla ímóti B36.
Eg lesið listan upp fyri John Reid, men hann er ikki heilt nøgdur:
Michal Olsen var ikki á listanum! sigur John Reid.
Nei, játtaði eg og greiddi frá at hann ikki var millum teir sum eg hevði valt út.
John Reid gjørdi greitt at Michal mátti upp á listan. Tá eg spurgdi hví segði John Reid: Michal er ein skilamaður, – Veðrurin hjá mær slapp leysur í morgun og Michal hjálpti mær við at fanga hann aftur, tí má hann á listan!«
Ovi leggur afturat at John Reid mátti tó vita hvat hann tosaði um, tí Michael bleiv ein góður fótbóltsleikari.
Truplar umstøður at spæla fótbólt.
Ovi sigur at tað var so sum so við fótbóltinum í 50 unum.
Nógv arbeiði var í býnum og nógvir av fótbóltsleikarunum vóru sjómenn og tí var sera ójavnt hvør leikti við tá dystir vóru.
Serliga var stór útskifting á øðrum liði, og tað var vanligt at vit ikki vóru meiri enn hálvmannaðir tá vit fóru av bygdini við Draganum. So fingu vit ivirtala onkran av manningini at koma við og so vóru vit fullmannaðir tá vit komu fram.
Útgerðin ikki góð
Ovi sigur at tað var ikki hvør maður sum átti fótbóltsstyvlar tá í tíðini og tí var vanligt at ganga hús úr húsi at passa skógvar tá spælast skuldi.
Sjálvir skógvarnir høvdu harða tonn og tí bleiv ein sera eymur um stóru tá ein hevði spælt í nakrar vikur.
Tá ein fór av bygdini at spæla so hevði ein hamara, smáseymir og leðurstykkir við í sjáttuni. Tað kom meir enn so fyri at botnurin skrædnaði og so mátti leikarin sjálvur negla eitt leðurpetti upp undir sjállan.
Onkuntíð hevði ein í so langar naglar, og so noyddist ein at boyggja naglarnar til so ein ikki fekk teir inn í iljarnar.
Ikki vóru nógvir bóltar til tá í tíðini og Ovi metir at KÍ átti ikki meiri enn ein, tveir bóltar í senn.
Fór bólturin av vøllinum undir dystinum, ja so mátti ein renna aftan á honum, meðan hinir stóðu og bíðaðu. Bólturin hevði eisini lissu, og tí var tað langt í frá allur sum tordu at skalla. Um ein fekk lissuna fyri tá skallað var, ja so fekk ein rættuliga ilt um høvdið, og loysnaði sisan so fekk eitt rættuligt slag í andliti.
Fyrireiking til dyst
Í dag brúka fótbóltsleikarar og venjarar stóra orku upp á fyrireikingar til dystir.
Taktikfundir og upphiting eru tíðandi partar av hesum fyrireikingum, men í 50 unum bleiv sera lítið gjørt við hetta.
Tað bleiv sum áðursagt bert spælt dystir til venjing, og tað mesta sum kundi líkjast eini upphiting, var at menn kundi taka ein rennitúr eftir longdini á vøllinum.
Leikarar høvdu jú eitt fast system sum øll liðini brúktu. So hvør leikari visti akkurat hvønn leikara teir skuldi dekka og hvar teir skuldu verð.
Tú hevði eitt fast pláss á vøllinum og tú helt teg til hetta plássið. Eingin leikari reikaði um vøllin, sum vit síggja í dag.
Uppleggið til dystin var lítið og einki.
Eg minnist John Reid kundi siga okkurt soleiðis: Tað hevur stóran týdning at tit spreiða spælið so væl sum gjørligt. Minnist til at tað er altíð skjótari at renna til bóltin enn aftan á honum, og tí skullu vongirnir liggja heitl úti á síðulinjuni!
– Onkur álitisspælari kundi so eisini siga okkurt, men annars bleiv ikki nógv gjørt burtur úr.
Fáir skaðar
Ovi Frederiksen sigur at tað annars ikki vóru nógvir skaðar tá í tíðin.
Vit kendu einki til fipurspreingirar, liðbond og tílíkt. Tað einasta sum bleiv snakað um var tá onkur leikari havði brotið beinið, og tað kom sjálvdan fyri.
Eingin snúraði bóltin.
Tá vit spurgdu Ova hvønn sparki teknikk menn brúkti í 50 unum, segði hann at tað var sera avmarkað.
Vit mugu minnast at tá eg var ungur høvdu vit hvørki útvarp ella sjónvarp. Tað einasta sum vit sóu av fótbólti var tað sum bleiv spælt á vøllinum av okkara egnu, Eingilsonnum ella marinarum.
Skuldi ein spæla eina centring til ein annan spælara, so brúkti ein innarusíðu á fótinum og skuldi ein skjóta bóltin bleiv ristin brúkt.
Eingin visti nakað um at man kundi fáa bóltin at skifta bana við at spara skeivt á bóltin.




