Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óvist hvar Jógvan Isaksen spælir næsta ár

Jákup Ósá

Jógvan Isaksen hevur fingið lærupláss í Havn, men tekur ikkiavgerð fyrr enn eftir kappingarárið, hvar hann spælir næsta ár.

 

Jógvan Isaksen hevur verið ein av lyklaleikarunum hjá KÍ ífleiri ár. Síðani 2009 hevur hann verið fastur á liðinum, har hann kann røkjaøll plássini í verjuni. Í fjør var hann eisini kring U21 landsliðið og í árhava avrikini sum heild verið góð.

 

Fer til Havnar

Men framyvir er ikki vist, at Jógvan Isaksen kemur at umboðaKÍ, sum hann annars altíð hevur gjørt. Hann hevur fingið lærupláss í Havn, harhann byrjar 1.oktober.

          –  Eg byrji 1. oktober í læru í Havn, og so fari egat koyra ímillum seinasta mánaðin av hesum kappingarárinum. Tá fái eg so atsíggja, hvussu mær dámar tað. So má eg taka støðu eftir kappingarárið, hvussuverður næsta ár, sigur Jógvan Isaksen við Norðlýsið.

 

Ikki heilt nøgdur

Tá vit síðani koma inná kappingarárið í ár, so er Jógvanikki heilt nøgdur. Men nøkur kreppa er tað so avgjørt ikki, hóast KÍ bara hevurvunnið ein av seinasta átta landskappingardystunum, heldur hann.

           – Nei eg eri ikki heilt nøgdur. Vit hava spælt ovnógvar javnleikir og latið ov nógv mál inn. Men nøkur kreppa er tað ikki. Vithava bara tapt tveir dystir í ár og tað eru bara 2 stig upp á 2. plássið. Og 2.plássið eiga vit at miðja eftir. HB vera nokk truplir at fáa fatur á, hóast taðvildi verið tað besta, sigur Jógvan Isaksen við Norðlýsið.