Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Óvitandi læknalesandi

Julius S. Poululsen

Um tit ikki eru betri vitandi um dialysu so skullu tit ikki koma aftur til Føroyar fyrr enn tit eru før fyri at gerða tykkara lækna tænastu í landi okkara. – Julius S. Poululsen, Nyrasjúklingur

DIALYSUVIÐGERÐ:

Tit sum hava skriva undir skriv til Hr. Kartin Hansen, heilsumálaráharra.

Um tit ikki eru betri vitandi um dialysu so skullu tit ikki koma aftur til Føroyar fyrr enn tit eru før fyri at gerða tykkara lækna tænastu í landi okkara.

Tann besta og bíligasta viðgerðin fyri nýrasjúklingin er at hava dialýsu so nær sjúklinginum sum gjørligt; allar best og bíligast um sjúklingurin hevur dialýsuna heima hjá sær sjálvum.

Í okkara grannalondum, eisini í Danmark, har tit lesa, eru nógvir sokallaðir sattelite sjúklingar runt í landinum.

Til dømis í Grønlandi, hvar læknin á Fredriksberg sjúkrahúsi er avarandi av hesum sattelite efturlitið. Hann kemur ikki stovugongd tvær ferðir um vikuna. Skúldi tað so ikki verði gjørligt at tað kundi verði sattelite eftirlit á Kl- og Suðuroya sjúkrahusi. Hvar er forðingin ?

Hvat er betur enn eitt gott samstarv, eisini innan dialýsu viðgerðina. Tað er dialysu sjúklingurin sum skal hava tað so gott sum gjørligt, hava ein so góðan daglidag sum gjørligt.

Í hesum føri er besta loysnin at dialysa verur eisini á KL- og Súðuroya sjúkrahúsi.

Áheitan :

Hr. Kartin Hansen, heilsumálaráharri; tak ikki skriv frá útisetunum í álvara. Teir vita nok ikki hvat teir skriva um.

Eg havi verið nýrasjúklingur í fleiri ár og koyri 3-ferðir um vikuna til Tórshavn at fáa dialysu í 4 tímar. Túrurin til Tórshavn og aftur tekur okkum uml. 9 – 10 tímar hvørja ferð.

Við kvøðu

Julius S. Poululsen

Nyrasjúklingur

Havi sjálvur verið saman við fleiru nýra sjúklingum fyri stuttum, sum teir flestu vóru undir satellite eftirlit.

Hetta vóru danir og Bornholmara.