Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øvugtur familjupolitikkur

John William Joensen

“Blokkstuðulin fær alsamt minni týdning í Føroyska búskapinum”, stendur í eini blaðlýsing, sum Miðflokkurin hevði í Sosialinum tann 11. mai.

Undir yvirskriftini “Tøl ið tala”, verður víst á, at blokkstuðulin var 27% av samlaðu inntøkum landskassans í 2001, 16% í 2005 og 14% á fíggjarlógini fyri 2007.

Tað sum Miðflokkurin við hesum roynir at siga, er at blokkstuðulin og ríkisfelagsskapurin hava ongan nevniverdan týdning longur. Hetta skal so brúkast sum undanførsla fyri, at flokkurin hevur lagt seg ytst út á loysingarveingin.

Men her er vert at hava í huga, at um vit taka blokkstuðulin burtur av inntøkusíðuni hjá landskassanum hetta nevnda tíðarskeiðið, so sær úrslitið hjá landskassanum soleiðis út:

2001 
-298 mió.

2002 
-438 mió.

2003 
-610 mió.

2004 
-785 mió.

2005 
-836 mió.

2006 
-493 mió. 

2007 
-583 mió.

Tilsaman hevur undirskotið hesi árini verið 4.043 mió. krónur, um vit ikki telja blokkstuðulin við.

Um vit skuldu fíggjað alt hetta undirskotið við øktum skatti, so skuldi hvør einasti føroyingur goldið 11.946 krónur meira í skatti um árið (tá eru bæði børn og pensjónistar íroknað).

Siga vit at 5 fólk eru í einum meðal føroyskum húski, so skuldi hvørt húski goldið umleið 60.000 krónur meira í skatti um árið. (5.000 krónur um mánaðin).

Ein annar møguleiki hevði verið, at skatturin ikki hækkaði so nógv, men at almenna tænastustøðið eisini lækkaði. Til dømis kundi skattarokningin hækkað við helvtini av 60.000 krónum, og so kundi ein verri tænasta klárað restina. Í øllum førum hevði talan verið um okkurt slag av “øvugtum familjupolitikki”.

So avtakið tit bara blokkstuðulin. Úrslitið verður ein nógv hægri skattur og ein munandi verri almenn tænasta. Tað stendur rimmar fast.

Helgi Abrahamsen