Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Øvund

Jóhs.M.Olsen

Tað er ikki ein ókendur hugburður, ið ger seg háaktuellan ímillum okkum í búleikast í Føroyum fyri tíðina; óhugnaligt so góður gróðrarbotnurin tykist vera fyri óndskaparins rótini øvund á hesum oyggjum.

Tað er ikki ein ókendur hugburður, ið ger seg háaktuellan ímillum okkum í búleikast í Føroyum fyri tíðina; óhugnaligt so góður gróðrarbotnurin tykist vera fyri óndskaparins rótini øvund á hesum oyggjum.

Oftast hava tað verið og eru tað fiskumenn og teirra veiðurekandi, ið viðgjørdir vera, men øvundsjúkan tykist hava vakstrarmøguleikar innan allar stættir í samfelagnum.

Fyri tíðina veit nærmast hvørt mansbarn, at nú viðgera vit fiskivinnuna, útgerðarfeløg og fiskimenninar, ja, fjølmiðlarnir ganga hesum familjum so nær, at tað minnir um fuglaveiðimenn, ið taka bæði búfuglin og ungarnar. Ein hoyrir og lesir nøvnini á hesum fremstu veiðumonnum og familjum teirra í fjølmiðlunum, í nógvum førum er úrslitið, at børnini gjøgnum dagin í skúla og spæliplássum eru skjótiskivur og kunnu særast fyri lívið, orsøkina finnur tú í øvundini.

Konur og mammur hava ilt við at fara frá húsum til handils ella frisør uttan at skula standa skúlarætt fyri teirra privatu fíggjarstøðu. Tað er væl skjiljandi, at valt verður heldur at vera við hús.

Her til bygdina koma nógvir sjómenn og okkara bestu bátar við ymiskum fongi, viku eftir viku, at skula hoyra summar av hesum fiskimonnum, tá teir stíga fótin á land, siga, eg tori ikki at siga, hvørjum báti eg sigli við – eri bert sjómaður – av ótta fyri óhunsku spannum, sum hálvast yvir ein, somuleiðis familjuna – tað pínir ein uppilagstan at hoyra.

Um tað ikki er øvund, sokallaða fiskivinnuviðgerðin í botn og grund snýr seg um, sum oddagreinin í Sosialinum 4. januar viðger, sum annars kann vera áhugaverd, hvat er tað so?

At enda kann tað vera uppá sítt pláss, nú páskirnar standa fyri durum, at sjálvur Pilastus, nær at hugsa, undir fólksins viðgerð og teirra ráðandi, sum teir høvdu av Jesu Kristusi, hevði gjørt sær greitt frammanundan, tá ið hann stóð andlit til andlits við Guðs son, sjálvt sum heidningur, so visti hann, at tað var av Øvund, teir høvdu givið hann upp til hansara (Matt. 27,18).

Jóhannes M. Olsen

Harleyfacadeacryl