Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oyggjaleikirnir kunnu menna føroyska ferðavinnu og mentannarlív

John William Joensen

Sølvi Reinert Hansen, ÍSF forseti, sigur at Oyggjaleikirnir høvdu uttan iva fingið stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, mentannarlív og ferðavinnu, og tí var móttøkan uppskotið hjá Sjálvstýrinum og Løgmaður fingu í fíggjarnevndini sera hugstoytandi

Sjálvstýrisflokkurin skýtur upp at løgtingið tekur undir við ætlanum løgmans at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2017, og at stovna serstakan oyggjaleikagrunn at fíggja leikirnar í 2017.

Men tá málið kom til viðgerðar í fíggjarnevndini var niðurstøðan tann at tað almenna ikki eigur at blanda seg uppí hvar oyggjaleikirnir verða hildnir – tað eiga ítróttarfeløgini sjálvi at avgerða.

ÍSF forsetin ikki samdur
– Føroyskur ítróttur fekk sera góð úrslit á Oyggjaleikunum í summar og nú løgmaður sýndi stóran áhuga í at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar var tað stórt spell at móttøkan í fíggjarnevndini var so køld.

– Tí skulu vit megnað at fáa Oyggjaleikirnar til landið so er neyðugt at løgtingið stillar seg aftanfyri ítróttina.

– Ítróttin hevur arbeiðsorkuna og kontaktirnar, men skulu Oyggjaleikirnir haldast í Føroyum er neyðugt at fremja uppgraderingar av ítróttaranleggum og umstøðum og útboðið til ferðafólk kring alt landið – og til tað krevst stuðul frá landinum eins og kommunum.

Oyggjaleikir sameina ítrótt, ferðavinnu og mentan
Forsetin í ÍSF sigur at í summar vóru umleið 3000 ítrótarfólk og leiðarar á Oyggjaleikunum og við fjølmiðlafólkum og ferðafólkum høvdu Oyggjaleikirnir uttan ivd drigið eini 4000 fólk til landið.

– Ynski hjá okkum er at brúktu Oyggjaleikrinar til at menna undirstøðikervið í samfelagnum og tá verður hugsað um ítróttar annlegg, umstøður hjá ferðafólkum, tilboð til ferðafólk og ikki minst føroykst mentunnarlív.

– Vit kunnu ikki reklamera við hvítum sandstrondum og sól – men vit eiga eitt mentunnarlív sum ikki er aðrastaðni og tí hevði føroysk mentan og mentunnarlív verið ein týðandi partur av Oyggjaleikunum.

– Høvdu føroyskir myndugleikar stuðla Ítróttini til at fingið Oyggjaleikirnar til landið – so høvdu vit fingið eitt ávíst árstal og eitt dato fyri nær oyggjaleikir komu til landið – og so høvdu vit saman við ferðavinnuni og mentunarlívinum arbeitt fram móti hesum.

– Samstundis høvdu landsmyndugleikar og Kommunur verið við og syrgt fyri at neyðugu instalatiónirnar vóru tøkar – men nú verður so einki av hesum.

– Føroyskur Ítróttur blandar seg ikki uppí hvussu politiska skipanin arbeiðir, men skullu oyggjaleikirnir haldast í Føroyum, so er ein treyt at politiska skipanin stendur samlað aftanfyri átakið.