Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oyndfirðingar fara á SF við manér

Danial Viðoy

Tá ið oyndfirðingar fara á Summar Festival, ja so er tað við manér. Tað eru hesir tríggir á einum máli um. Teir hava sett tveir kampingvognar saman og hava síðani eina ’presending’ útyvir báðar til tess at økja um plássið. Teir mugu skrúva tónleikin fyri, tá ið tær stóru konsertirnar eru.

Norðlýsið setti hesum trimum stevnu í gjárkvøldið, stutt áðrenn rokkbrakið í gjárkvøldið

Hýrurin var sjálvsagt góður á teimum trimum, tí veðrið var av tí besta og gorriveska manglaði ikki.

Kampingvognarnir hjá oyndfirðingum eru serstakir og eru á Summar Festivali á hvørjum ári. Vognarnir hjá teimum standa tætt við stóra pall.

Ein av teimum nevndi til stuttleika, at teir máttu skrúva tónleikin fyri í kampingvognunum, tá ið Twisted Sister skuldi á pall, tí annars fór tað at órógva rokkkonsertina. Tað sigur eitt sindur um, at tað er lív í veitsluni, tá ið hon stendur uppá.

Eru fólk í iva, hvar vognarnir hjá oyndfirðingunum standa, so hongur eitt ”Ekstra Bladet”-flagg á einum av kampingvognunum.