Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oyraliðið vann býlingakappingina

John William Joensen

Í umleið trý ár á rað, hava nakrir ungir dreingir skipa fyri býlingakapping í fótbólti í Klaksvík.

Tey fýra liðini eru: Sólsíðan, dreingir av Biskupsstøð og har á leið, Oyraliðið, dreingir úr sunnaru helvt av Klaksvík, Liverkool, dreingir av Bumshamri og heimeftir og BÍ, sum eisini er samansett av dreingjum av Bumshamri.
Í ár var tað Oyraliðið sum vann kappingina og fóru teir avstað við steypinum, tá vit avmyndaðu teir á spæliplássinum við Jørundsgøtu, leiktu Sólsíðan og Liverkoll sín seinasta dyst har, men tann dysturin hevði ikki týdning fyri kappingini, við tað at Oyraliðið frammanundan hevði vunnið.
Til kappingina í vár, hava dreingirnir bert nýtt spæliplássini, umframt tað við Jørundsgøtu, er spæliplássið við Mylnugøtu og spæliplássið á Bumshamri. kappingin hevur verið skipað soleiðis, at liðini hava leikt ein útidyst og ein heimadyst ímóti hvør øðrum.
Ætlanin hjá teimum er at skipa fyri enn eini kapping í heyst og Norðlýsið ætlar at fylgja kappingini.