VERKÆTLAN: Landsvegateinurin millum Klaksvík og Norðoyri er nú tryggari enn nakrantíð, eftir at gongubreyt er gjørd og ljós sett upp allan vegin.
Samlaðið vegateinurin er umleið 2,2 kilometrar langur, og eftir at seinasta arbeiðið er gjørt, er bæði gongubreyt og ljós allan vegin úr Klaksvík til Norðoyri. Frá kirkjugarðinum til Klaksvíkar er gonguteigur í báðum síðum, meðan restin av teininum hevur gongubreyt í aðrari síðuni. Somuleiðis er ein ferðsluforðing sett upp.
Landsverk hevur staðið fyri arbeiðinum, men bæði SEV og Klaksvíkar Kommuna hava eisini luttikið í verkætlanini og goldið ein part í sambandi við, at leiðingar eru lagdar í gongubreytina.
Fyri nøkrum árum síðani varð ferðsluhámarkið á vegnum “út á Oyrar”sett niður úr 80 til 60 km/t.




