Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

OYVINDUR VERSUS JÓANNESI – HVØR BAKKAR ?

(Hannefía Joensen)

Tórbjørn Jacobsen skrivar:

Ein illa sperdur Javnaðarflokkur heldur landsfund í vikuskiftinum 26. og 27. oktober. Tá kann hóast alt roknast við, at starturin verður skotin í gongd til valstríðið framundir løgtingsvalið 19. januar 2008. Pallsetingin er farin av bakkastokki, og sambært eini royndarheimasíðu, sum til ber at googla seg inn á, er tað ikki hissini vitjan føroyskir socialdemokratar fáa í endanum á viku 43. Gestarøðari verður formaðurin í danska móðirflokkinum, Helle Thorning Smith, sum helst fer at lætta takinum av í Norðurlandahúsinum, táið hon fer at geva føroysku deildini eina ideologiska injektión, soleiðis at menn og kvinnur kunnu finna síni egnu bein aftur, eftir oyðimarkargongdina saman við Fólkaflokkinum hesi seinastu fýra árini. Lýsingin inni á heimasíðu Javnaðarfloksins (www.j.fo) er annars soljóðandi: “Komið og hittið Helle – Landsfundur Javnaðarfloksins verður í Norðurlandahúsinum 26. og 27. oktober. Helle Thorning Smith verður gestarøðari fríggjakvøldið. Møguleiki verður eisini fyri at hitta Helle.”

Løgmaður er evsti leiðari og samskipari samgongunar. Tí kendist tað órógvandi, táið Oyvindur Brimnes í morgunsendingini boðaði frá, at Ístak fer at handa almennu Føroyum Hovstunnilin leygardagin 27. oktober, og at stórt alment hátíðarhald fer at verða hildið í Suðuroynni í hesum sambandinum. Portalurin boðaði frá hesum sama fram eftir degi. Tey flestu halda ivaleyst, at onkur sikring er brostin í skipanini, táið tey varnast samanfallið av hesum báðum stórhendingum. Hátíðarhaldinum í Hovi og landsfundinum hjá stjórnarflokkinum í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.

Løgið, um Hendrik Old, Sverre Midjord, John Johannessen, Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Jóannes Eidesgaard ikki høvdu havt ætlanir um at verið við til hátíðarhaldið, men táið øll vita, at Hovstunnilin er ein av mongu alvunum hjá fullveldislandsstýrinum, og at tað var Hergeir Nielsen sum trýsti alternativu linjuføringina ígjøgnum, so er tað hóast alt væl skiljandi, at teir heldur vilja verður norðanfyri hendan dagin og lurta eftir og hitta Helle, og ikki bara norðanfyri Suðuroyðarfjørð, men mín sann eisini norðanfyri Skopunarfjørð. Tað er ikki til at vita, um teir yvirhøvur vilja feira hendan tunnilin hjá Hergeiri.

Nú rør Norðlýsið tó framundir á heimasíðuni, at onkur verður noyddur at bakka í hesum málinum, og um hetta ikki hendir, so er tað møguliga ein sabotaguroynd frá Bjarna Djurholm og Vinnumálaráðnum mótvegis løgmanni og Javnaðarflokkinum. Tí sjálvt um henda samgongan onki eigur í hesum bergholinum, so hevði tað helst verið opportunt hjá Jóannesi at verið har suðuri, um ikki annað fyri skomm skuld. Hetta eru sjálvandi bara gitingar, men spennandi verður at síggja hvussu leikur fer í hesum málinum teir næstu dagarnar.

Oyvindur var ógvuliga greiður í morgunsendingini og í tíðindunum seinri í dag. Spurningurin verður nú, um tað fer at bera til hjá einum politiskum flokki at leggja trýst á ein almennan stovn, fyri at flyta eitt alment hátíðarhald, í hesum førinum hátiðarhaldið fyri stóra infrastruktuella framtakinum, Hovstunnlinum, táið entreprenørurin alment handar almennu Føroyum lidnu verkætlanina, bara tí at éin av 6 flokkum á tingi tilvildarliga hevur landsfund í Havn hendan sama dagin. Guðarnir skulu vita, hvussu hesin leikurin fer at enda:

Oyvindur versus Jóannesi.

Harleyfacadeacryl