Á móttøku hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali ídag, varð eigara- og stjóraskifti kunngjørt.
Teir báðir, Jákup Mikkelsen og Niclas Heri Jákupsson hava keypt 75% av partapeninginum í P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Á móttøku ídag, kunngjørdi Jákup Mikkelsen, at nýggi stjórin, sum tekur við eftir Martin Simonsen, er Petur Jacob Langgaard.
Tey seinastu 25 prosentini í P/F Esmar Simonsen, eigur Tróndur Simonsen.




