Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pætur: Bólturin liggur hjá EB/Streymi

Jákup Ósá

Pætur Dam Jacobsen sigur, at samráðingar við EB/Streym byrja í næstum. Hann hugsar fyrst um EB/Streym, men vil ikki avsanna møguleikan at venda aftur til Skála, um eingin sáttmáli verður gjørdur við EB/Streym.

Pætur Dam Jacobsen gjørdi í 2010 ein 3 ára sáttmála við EB/Streym. Hesin gongur út eftir hetta kappingarárið. Pætur býr á Skála og hevur áður leikt í fleiri ár við Skála, tá teir vóru í bestu deildini. Men Pætur sigur, at samráðingar við EB/Streym standa fyrst á skránni.

– Eg og EB/Streymur skulu tosa saman nú í næstum. Og so taki eg tað har frá. Bólturin liggur í løtuni hjá EB/Streymi. Nú Skála er komið upp eru søgurnar farnar at ganga um, at tað er ein møguleiki. Verður tað ikki til nakran sáttmála við EB/Streym, so skal eg ikki avsanna, at Skála er ein møguleiki, sigur Pætur Dam Jacobsen.

Hann dugur ikki at meta um, nær ein avgerð við sínari framtíð er tikin. Hann hevur ikki hast og metir seg annars hava fleiri góð ár eftir í sær sum leikari í bestu deildini.

Harleyfacadeacryl