Klaksvíkingurin við vøkru røddini heldur at Carlsen hava tað sum skal til fyri at vinna Dansk Melodi Grand Prix 2018
Norðlýsið fekk fatur á Pætur við Keldu at hoyra hvørjar viðmerkingar hann hevði til vónirnar hjá Carlsen systrunum at vinna í annaðkvøld.
Dansk Melodi Grand Prix verður í Gigantium leygarkvøldið kl. 19 føroyska tíð. Kringvarpið sendur frá tiltakinum.
Pætur við Keldu veit nevniliga eitt sindur um Dansk Melodi Grand Prix, tí hann luttók sjálvur í DMGP í 2002 við lagnum “Som en drøm”.
Pætur sigur at sangurin hjá Carlsen “Standing up for Love” er sera góður og hóskar væl til DMGP konsepti. Tað sum Carlsen eisini hava er, at tær duga væl at framføra sangir. Tey kunnu vinna, slær Pætur við Keldu fast.
Hoyr lagið hjá Carlsen niðanfyri.


