Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pætur við Keldu í Atlantis: Dagdreymar

John William Joensen

Hóskvøldi kl. 21 var ein heilt serlig konsert í Atlantis. Hóast flestu tónleikararnir sum vóru á á pallinum eru uppvaksnir í Klaksvík, var tónleikurin úr útheimi og ljóðmyndin íklødd norðurlendskan jass.

Konsertin fevndi víðja. Frá sálmum til John Lennon og frá fosturlandssongi til Blue Grass, men alt var samanbundi við jass tónum, sum egnar seg framúr til røddina og medferina hjá Pæturi.
Hóast hann er millum stórstu nøvnini í ”okkara” showbiz heimið, so er Pætur lítilátin og hevur ein yvirberandi medferð, sum ger at áhoyrarnir longu frá byrjan geva seg yvir til at njóta tónarnar ið spríkja frá kelduni.
Konsertin byrjaði við tveimum sálmum, Nærri mín Gud til tín og Verð tú hjá mær. Pætur er ein sera góður klaverleikari og tí var hetta ein heldur óvantað, men hugnalig byrjan.
 
Imagin og Som en drøm
Síðani kom sangurin Imagin hjá John Lennon. Hetta er ein sangur, sum Pætur hevur sungið í ymiskum samanhangið, og var skilligt at hetta er ein sangur sum Pætur elskar at droyma seg burtur í.
–  Imagin there is no heven, no religion too!  Eg minnist tá eg sum barn ikki dugdi at skilja hví folk kundu kríggjast, men tá ein gerst vaksin byrjar ein at síggja hví so er, hugleiddi Pætur, og meðan hann legði sálina í sangin kundu vit ímynda okkum ein heim uttan kríggj – frálíka røddin far skjálvt tað mest krígssinnaða menniskjað at binda frið.
Aðrir sangir vóru, Over The Rainbow og The Autum leves.
Síðani kom sangurin Isabella sum Pætur sang saman við systur síni Tóru við Keldu og Eyðun Nolsøe.
Beint fyri steðgin kom so sangurin Som en Drøm. Pætur greiddi frá at titulin á sanginum var upprunaliga ”til min mor”, men tá hann var á fundi við fyrireikararnar av danska grandprixinum gjørdu teir greitt at hann slapp við í finaluna um hann strikaði tittulin á sanginum.
–  Eg skilti teir eisini tí teir søgdu við meg at um hatta verður titulin á sanginum so verður tú slagtaður í donsku fjølmiðlunum, greiddi Pætur frá.
 
Jass og aftur Jass
Eftir ein stuttan steðg legði Pætur út við einum rættiligum jazzara. Framúrskarandi tónleikarin Agnar Lamhauge fekk kontrabassin at svinga og saman við, Eyðun Nolsøe guitar og Jens Pauli Joensen trummur, svingaði Atlantis sum tað neyvan hevur gjørt áður.
Síðani fóru vit eina tónleikaferð, sum byrjaði við Beatels, Notting’s gona change my world, Black Bird, síðani eitt Blue gras lag, fyri síðani aftur at enda í einum fosturlantssangi, Fagra blóma, við lag hjá Hanus G. Johansen. Í hesum sanginum upplivdu vit hvussu góðir guitarleikarar Eyðun og Pætur verðurliga eru. Hetta fekk áhoyrarnar at droyma seg út á bøin ein fagran summardag.
Síðani kom kendi sangurin hjá Luis Armstrong, What a Wonderfull World. Konsertin endaði við sanginum Hvítar Flykrur hjá Steintór og Eyðun, men sjálvandi noyddust teir at geva áhoyrarunum eitt eykalag. 
Samanumtikið má sigast at talan var um eina framførslu á høgu altjóða stigi.
Sum eg sat í salinum og nýtti hesi fremmandu tónar, kundi eg ikki lata vera við at hugsað tankan um eg nú longu hevði upplivað hæddarpunkti á Summarfestivalinum 2004.
Í hvussu so er so verður tað trupult hjá Hensley & Co. at yvir ganga Pætur við Keldu.
 
Dagdreymar
Yvirskriftin fyri konsertina kundi verið dagdreymar, tí tað bóru tekstirnir og sangirnir bráð av.
Sangir hava tann eginleika at teir fáa okkum at gloyma nú-ið og flúgva út í alheimin, og tað var júst tað vit upplivdu saman við Pæturi hesa løtuna. Takk fyri eina framúr uppliving.
 
john william