Í vikuni hava Oddur Olsen og Niclas Niclasen keypt paintballútgerðina frá unga íverksetanum Evaldi Johannesen.
Tað eru umleið tvey ár síðan fyritøkan varð stovnað, men nú er altso eitt eigaraskiftið farið fram.
– Vit koma at partvíst at halda fast í konseptinum hjá fyrrverandi eigaranum, men hinvegin hava vit sjálvandi eisini ætlanir um at seta okkara egnu fingramerkir á, sigur Oddur Olsen í stuttari viðmerking, og hann leggur afturat:
– Paintball er eitt skemtingarsamt og spennandi spæl, ið bæði fær smábarnið fram í okkum, og samstundis fær adrinalinið upp at pumpa. Paintball hóskar seg tískil sera væl til eitt nú polterabends, starvsfólkadagar og samansjóðingartiltøk annars, tí tað kombinerar stuttleika og spenning á ein øðrvísi hátt.
– Ætlanin er at bjóða okkum fram um alt landið. Vit eru ein mobil fyritøka, og tí koyra vit út har, sum kundin ynskir. Harumframt vera vit við til ymsu stevnurnar, ið vera kring landið í summar. Vit hava somuleiðis gjørt okkum eina heimasíðu, hvar kundin kann bíleggja online og annars seta fyrispurningar um paintball osv.
Um tú hevur hug at spæla paintball ber til at fara inná www.paintball-foroyar.biz, har meiri fæst at vita um bílegging, treytir og um fyritøkuna annars.




