Islamisku flokkarnir fingu ein frammaná, tá pakistanar í fyrru vikuni fóru til val.
Sekuleri ANP er nú størsti flokkur í útnyrðrings-Pakistan.
Tá pakistanar í fyrru vikuni nýttu valstøðini, var hetta fyri heilt einfalt at geva islamistisku flokkunum ein frammaná. Islamistar, sum vunnu dyggiliga í 2002, tá hesir tóku valdið í útnyrðings-Pakistan, eru nú skerdir til ein minnilutaflokk. Skrivað Berlingsku Tíðindi.
Politiskir eygleiðarar vísa á tvinnar orsøkir til veljararýmingina: Lutvíst er tað tí, at religiøsu flokkarnar ikki eru førir fyri at fremja sosialan framburð, sum er neyðugt fyri at hála veljarar í fátøku og undirmenta útnyrðingshorninum til sín. Onnur orsøkin er, at paraply-samskipanin, sum islamisku flokkarnir samstarvaðu við, syndraðust áðrenn valið.
“Veljararnir hava vent islamisku dagsskránni bakið. Valið sýnir, at stóri meirilutin í Pakistan ikki er víðgongdur ella ekstremistar,” sigur Mohammad Rehan, sum er ein kendur limur av flokkinum ANP, sum er kendur fyri at vera sekulerur, og sum nú er størsti flokkur í útnyrðings-Pakistan, sambært Berlingsku Tíðindum.
Fyri tey kristnu í økinum kann broytingin staðfesta eina ljósari framtíð eftir ár við atsóknum frá islamistunum. T.d. varð kravt, at kristnu kvinnurnar eisini skuldu bera burka – ella roknað við deyðarevsing í Swat-økinum norðan fyri høvuðsbýin Peshawar.
nj
Kelda: 180 grader




