Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pakkarnir til Jólaskipið

Oliver Joensen

 Fólkini frá Klaksvíkar Badmintonfelag arbeiddu av kraft í kjallaranum hjá Sigurd Jacobsen á Bumshamri, tá vit vóru og vitjaðu við myndatólinum.

Tað er ikki hissini pakkar, ið skulu pakkast og haldast skal skil á. Helst skal líka í allar pakkarnar og heilir 1500 pakkar verða pakkaðir og givnir til børnini í samband við jólaskipið.

Jólaskipið verður á Leirvík mánadagin kl. 17.00 og í Klaksvík kl. 18.00 og tá skulu allir 1500 pakkarnir vera tøkir hava jólamenninir umborð á jólaskipinum sagt.