Væl av fólki møtti upp til setanina av Heilsuvikuni, sum var í gjárkvøldið kl. 19.30 í Skúlinanum við Ósánna.
Væl av fólki møtti upp til setanina av Heilsuvikuni, sum var í gjárkvøldið kl. 19.30 í Skúlinanum við Ósánna.
Kristian Eli Zachariasen formaður í Heilsunevndini greiddi frá skránni og annars hugskotinum handan Heilsuvikuna. Tað var gjørt í samráð við góðar kreftir í býinum, m. a. frá Treysti, Svimjihøllini, Íðka, FullPower og øllum hinum mongu feløgunum, sum høvdu tikið væl undir.
Endamálið við heilsuvikuni er, at vísa á teir møguleikar ella tiltøk, ið feløg og stovnar í Klaksvíkar Kommunu, hava at bjóða borgarunum – líka frá venjing og gongutúrum til kost, segði Kristian Eli Zachariasen formaður í Heilsunevndini.
Eisini varð víst á skilagóða og upplýsandi heilsufaldaran, sum er komin út til høvið og verður borin út í Klaksvík seinni í vikuni.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og fegnaðist um hetta skilagóða tiltak, sum eisini er í tráð við rákið í tíðini, har tað er umráðandi at røra seg, m.a. tí at lívsstílur okkara í stóran mun krevur tað. Hetta er við til at økja um lívsgóðskuna og fyribyrgja møguligum seinni fylgisjúkum.
Pál Weihe, yvirlækni á Fólkaheilsuráðnum, setti heilsuvikuna, har hann fegnaðist um, at Klaksvík við mongu tilboðunum enn einaferð hevur gingið nýggjar og skilagóðar leiðir á heilsuøkinum.
Hann undirbygdi, hví rørsla er so umráðandi, og at tú í førum kundi koma inn aftur frá vandamiklu eggini við at røra teg. Hetta eisini tí, at vit í stóran mun hava sitandi arbeiði – eisini umborð á skipi. Til ber eisini at lata vera, men so kann væntast ein “yvirraskandi rokning”.
Pál vísti eisini á ta vøkru og vinarligu náttúruna, vit hava kring okkum, til alskyns rørslumøguleikar. Kanningar hava eisini víst, at lívsnøgdin hjá føroyingum er á einum høgum stigi, sum eisini er viðvirkandi til økta lívsgóðsku, ið kann vera heilsufremjandi.
Hallur Joensen og Beddi Hansen sungu og spældu, áðrenn Livar Nysted greiddi frá hugtakandi ferðum sínum um Atlantshavið, og hvat hann nú hevði í kvittanum av ferðum.
Umráðandi er at vera sterkur og treiskur fyri at kunna rógva so langar teinar, men at hava ein psyku ella sálarliga javnvág, er eins umráðandi.
Kanska kundi hetta – tanna sálaligi parturin – eisini verið annar táttur at tikið upp afturat øllum hinum til eina aðra heilsuviku?
Aftaná varð boðið til kaffi og prát – og vildu fleiri teirra hava myndir av og saman við fyrikomandi, smílandi og heimskenda sundamanninum Livar.
| Mikudagur 1. mai | ||||
| 06.45 – 08.45 | Svimjihøllin – ókeypis! | (Børn og vaksin) | ||
| 15.00 – 17.00 | Svimjihøllin – ókeypis! | (Børn og vaksin) | ||
| 16.00 – 18.00 | Klaksvíkar Fimleikarafelag | ókeypis | ||
| Venjing fyri øll í Badmintonhøllini | ||||
| 17.00 – 18.00 | FullPower – á Vaskarínum | ókeypis | ||
| 17.30 | Atlantis | filmur: Supersize me | ||
| 18.00 – 20.00 | Badminton – í Badminonhøllini | ókeypis | ||
| 18.00 – 20.00 | Íðka | ókeypis | ||
| 19.30 | Heilsuvikan – fyrilstur | |||
| Skúlin við Ósánna | ||||
| Djóni Kunoy og Guðrun Eysturlíð | ||||
| – greiða frá gongutúrum í fjøllunum í Føroyum | ||||
| Kaffi og prát aftaná | ||||




