Úti í yvirtíðini bleiv KÍ toppskjúttin enn einaferð hetjan í Klaksvík.
Framgongdin í KÍ heldur fram og hesaferð eydnaðist eisini at fáa stig. KÍ og ÍF leiktu ein spennandi dyst á Summar Festivalinum og lítil munur var á liðunum. Kanska átti KÍ munin í fyrra hálvleiki, ið endaði málleysur. Men ÍF kom á odda, tá Fritleif í Lambanum skoraði eftir leysan bólt. Álvur Christiansen javnaði eftir innlegg, men móti endanum tóktist tað sum um, at Øssur Dalbúð hevði tryggjað ÍF ein sigur. Men hvør annar enn Páll A. Klettskarð skuldi bjargað KÍ Summar Festivalinum. Í yvirtíðini tók KÍ toppskjúttin eitt trekk og so lá bólturin uppi í trýkantinum. 2-2 og KÍ áskoðarafjøldin var í góðum lag.
KÍ fekk við hesum sítt fyrsta stig í longri tíð og enntá á Summar Festivalinum. KÍ avrikini seinastu tíðina hava bent á, at betri úrslit vóru í væntu.




