Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll A. Klettskarð er klárur at taka møguleikan

Jákup Ósá

(Andorra) Tað er góður møguleikifyri, at Páll A. Klettskarð fær spælitíð í Andorra.

KÍ álopsleikarin tykist vera nær viðuppstillingina hesaferð. Brandur H. Olsen er ikki tøkur, og taðletur upp møguleikan fyri m.a. Páll. Valið í uppstillingini stendur millum hannella Pól Jóhannus Justinussen og óansæð, so skuldi góðurmøguleiki verið fyri spælitíð hjá Páll sum innskiftisleikari,um valið fellur á Pól Jóhannus.

– Fyrireikingarnar hava gingið væl.Eg føli meg væl fyri, nú eg havi fingið alla venjingina viðáðrenn kappingina í Føroyum. Enn havi eg ikki fingið at vita,hvør mín leiklutur verður, so tað mugu vit bara síggja, sigurPáll A. Klettskarð. Sjálvur var hann annar málskjúttin, tá teireldru vunnu 2-0 móti teimum yngri undir dagsins venjing.

– Vit eldru ætla at gera slætt borðá túrinum, og tað er bara gott at vinna hesar dystir. Tað ger, atvit eru fullir í sjálvsáliti, sigur Páll A. Klettskarð viðeinum smíli. Hann kann í øllum førum lova føroysku áskoðarunumein rimmar innsats vegna føroyska landsliðið.