Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll A. Klettskarð er tann vandamiklasti

Jákup Ósá

(Hálvfinala um løgmanssteypið) Men Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg liggja beint í hølunum, tá vit telja mál og upplegg samanlagt í lands- og steypakapping í ár hjá KÍ og NSÍ.

Mikukvøldið verður fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið leikt í Klaksvík. Dysturin er eins og í fjør millum KÍ og NSÍ. Hetta er samstundis dystur millum tey bæði liðini, sum í fjør skoraðu flest mál. Liðini áttu eisini tríggjar teir bestu leikararnar á toppskjúttaralistanum (Klæmint, Páll og Jóannes) og upplegglistanum (Árni, Páll og Jóannes).

Higartil í ár hava liðini leikt tilsamans 9 dystir í lands- og steypakapping. KÍ hevur havt fyrimunun av, at liðið hevur møtt einum liðið úr fjórðbestu deildini, meðan NSÍ bara hevur leikt ímóti liðum úr bestu deildini. Tað hevur kanska sína ávirkan á, at Páll A. Klettskarð higartil hevur verið tann vandamiklasti av teimun, sum fara á vøllin mikukvøldið. Tí Páll skoraði 4 mál móti Undrinum. Tilsamans hevur Páll skorað og/ella lagt upp til 9 mál og tað eru tvey fleiri enn Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, sum hava skorað og/ella lagt upp til 7 mál. Ikki so óvæntað, so hava Páll og Klæmint skorað flest mál, meðan Árni hevur lagt upp til flest mál av leikarunum hjá hesum báðum liðunum.

Málskjúttar:

1-2: Klæmint A. Olsen (NSÍ) 7 mál

1-2: Páll A. Klettskarð (KÍ) 7 mál

Upplegg:

1: Árni Fredeiksberg (NSÍ)5 upplegg

2: Dion Splidt (KÍ) 3 upplegg 

Mál + upplegg

1. Páll A. Klettskarð (KÍ) 9 mál/upplegg

2-3: Klæmint A. Olsen (NSÍ) 7 mál/upplegg

2-3: Árni Frederiksberg (NSÍ) 7 mál/upplegg

4: Jóannes Bjartalíð (KÍ) 5 mál/upplegg

5-5: Bárður J. Hansen (NSÍ) 4 mál(upplegg

5-6: Semir Hadzibulic (KÍ) 4 mál/upplegg