Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð fór framum Jákup á Borg

Jákup Ósá

Og hendur einki óvæntað, so fer klaksvíkingurin eisini framum Arnbjørn T. Hansen skjótt á toppskjúttaralistanum yvir allar tíðir.

Klæmint A. Olsen hevur skorað nógv flest mál í bestu deildini, men aftanfyri hann er spennandi millum fleiri. Undan hesum kappingarárinum var topp 5 soleiðis:

 

1. Klæmint A. Olsen 221 mál

2. Arnbjørn T. Hansen 156 mál

3. Jákup á Borg 153 mál

4. Páll A. Klettskarð 148 mál

5. John Petersen 147 mál

Í dag skoraði Páll síni 5. og 6. mál í ár, og tað ger, at hann hevur skorað 154 mál. Tá hann hevur skorað trý mál afturat, so er hann leikarin, sum hevur skorað næstflest mál í bestu deildini í føroyskum fótbólti nakrantíð.

 

Kelda: FaroeSoccer