Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen í klubb 200

Jákup Ósá

Tveir leikarar hava skorað 200 mál ella fleiri í landskappingini í bestu føroysku deildini.

34 ára gamli Klæmint A. Olsen hevur skorað 238 mál í 392 dystum í landskappingini í bestu deildini. Øll fyri NSÍ. 34 ára gamli Páll A. Klettskarð hevur skorað 200 mál í 345 dystum í landskappingini í bestu deildini. 193 fyri KÍ og 7 fyri Víking.

Hetta eru teir báðir leikararnir, ið hava skorað nógv flest mál. Taka vit Jákup á Borg, sum átti metið einaferð fyri nøkrum árum síðani, so hevur hann skorað 153 mál. Arnbjørn T. Hansen kom seinni uppá 156 mál.

Harleyfacadeacryl