Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll A. Klettskarð spælir við KÍ í 2016

Jákup Ósá

Nú er endaliga avgjørt, hvar KÍ toppskjúttin seinastu árini spælir í 2016.

Um tað hevur verið nakað ivamál, hvar Páll A. Klettskarð spælir næsta ár, so er tað ikki meir. Tí í dag gjørdi Páll nýggjan sáttmála við KÍ, sum ger at hann spælir við KÍ í 2016. Páll hevur verið toppskjútti hjá KÍ í 2012, 2013, 2014 og fram til hann bleiv skaddur í ár. Páll bleiv skaddur móti B36 fyrr í ár, men hann hevur vant við liðnum í pørtum av venjingum seinastu tíðina og tykist vera væl ávegis at blíva heilt klárur aftur. Tað er tó óvist, um hann spælir aftur hetta kappingarárið.

Í ár hevur Páll skorað 7 mál í 1386 minuttum í lands- og steypakapping, ið svarar til 198 minuttir pr. mál.

Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, fegnaðist, tá sáttmálin var undirskrivaður og duldi ikki fyri, at hann sá Páll sum ein sera týðandi part av hansara framtíðarætlanum í KÍ. Páll hevur ongantíð fjalt útyvir, at hann trívist ógvuliga væl í KÍ, og tað er eisini við spenningi og góðum vónum, at hann fer inn í eitt nýtt sáttmálaskeið saman við KÍ.

Niðanfyri eru myndir frá løtuni, tá Páll í dag gjørdi nýggjan sáttmála við KÍ.