KÍ álopsleikarin var tann leikarin í Effodeildini í 2016, sum antin skoraði ella legði upp til flest mál.
34 ferðir hevur Páll A. Klettskarð antin skorað ella lagt upp til mál í 2016. Tað er tað mesta, sum nakar í Effodeildini hevur. 8 leikarar hava skorað/lagt upp til 18 ella fleiri mál. Árni Frederiksberg er tann leikarin, sum við 20 uppleggum er leikarin við nógv flest uppleggum.
Teir 8 mest vandamiklu leikararnir, um vit telja mál og upplegg saman eru hesir:
1. Páll A. Klettskarð 21 mál og 13 upplegg = 34 tilsamans
2. Árni Frederiksberg 11 mál og 20 upplegg = 31
3. Klæmint A. Olsen 23 mál og 6 upplegg = 29
4. Jóannes Bjartalíð 17 mál og 10 upplegg = 27
5. Albert Adu 13 mál og 9 upplegg = 22
6. Sølvi Vatnhamar 14 mál og 7 upplegg = 21
7. Adeshina Lawal 13 mál og 5 upplegg = 18
8. Andreas Lava Olsen 9 mál og 9 upplegg = 18




