Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll A. Klettskarð: Vit fingu mótbrekku beinanvegin

Jákup Ósá

KÍ álopsleikarin heldur, at keðiliga byrjanin gjørdi alt nógv truplari á Friends Arena hóskvøldið.

– Byrjanin var øgiliga tung. Teir fáa tvey skjót mál beinanvegin og tá blívur beinanvegin mótbrekka. Tað gjørdi tað hart at koma aftur. Áðrenn dystin høvdu vit lagt dent á at standa kompakt og vera væl skipaðir og harvið halda teimum frá møguleikum. Teir høvdu broytt eitt sindur uppá taktikkin hesaferð. Teir spæla meir við innleggum, og tað skapti trupulleikar. Í hálvleikinum tosa vit um at verja væl og royna at fáa 0-0 í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist. Teir eru skarpir og vit gera persónligar feilir, sum kosta á hasum støðinum. Eg veit ikki um vit undiravrika, men teir hava í øllum førum eydnuna við sær, segði Páll A. Klettskarð eftir dystin.