Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll ella Trygvi tekur yvir í B68?

Jákup Ósá

Hvat siga søgurnar um, hvør skal venja B68 komandi ár í Effodeildini?

Uppflytararnir úr B68 hava ikki sett høvuðsvenjara fyri 2016, men onkur nøvn eru ‘heitari’ enn onnur, tá søgur um B68 venjaran ganga í løtuni.

Í gjár skrivaði in.fo, at Páll H. Guðlaugsson ikki heldur fram í TB. Og skal ein trúgva leysasøgunum, so er ikki vist, at Páll stendur leingi uttan venjarastarv, tí ‘heitasta’ navnið seinastu vikurnar til at blíva venjari hjá uppfflytarunum úr B68 er júst Páll H. Guðlaugsson, sum í TB hevur prógvað, at hann er førur fyri at halda einum uppflytara uppi í Effodeildini, og tí síggja toftamenn hann helst sum ein, sum er væl egnaður til truplu uppgávuna hjá felagnum at halda sær í deildini komandi ár. Tí B68 fór beinanvegin niðuraftur seinast, tá liðið flutti upp og tað vil felagið helst sleppa undan hesaferð. Eitt annað navn, sum er sett í samband við B68 er núverandi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen, sum ikki heldur fram í NSÍ, men sum eins og Páll kann vísa á góð úrslit seinastu tvey árini. Trygvi hevur boðað frá á Rás 2, at hann er sinnaður at taka nýggja uppgávu uppá seg.

Fyribils søgurnar av Svangaskarði benda á, at Páll H. Guðlaugsson er favorittur at taka yvir, meðan Trygvi Mortensen eisini er eitt gott boð.

B68 arbeiðir í løtuni við at fáa eina nýggja nevnd og m.a. eisini nýggjan formann, men hetta er ikki avgreitt enn, og tá Norðlýsið í seinastu viku tosaði við núverandi formann Niclas Davidsen, so var ógreitt, nær hetta fór at koma uppá pláss og eisini um núverandi ella ein møgulig komandi nevnd skuldi seta ein nýggjan høvuðsvenjara. Venjari hjá B68 í ár var Súni Fríði Barbá, men hann hevur ikki A-venjaraútbúgving og fær tí neyvan loyvið at at halda fram, og tí er tað neyvan ein møguleiki. Men so leingi sum nevndar spurningurin ikki er endaliga avgreiddur, so er trupult at siga nakað við vissu um, hvat B68 ger við venjaraspurningin til næsta ár, hóast tað sum sagt eru nøkur ‘heitari’ nøvn enn onnur í løtuni.