Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Fangi ætlar sær ólavsøkusigurin

Jákup Ósá

Páll Fangi mundi vunnið á Vestanstevnu og nú er málið uttan iva, at vinna seinasta róðurin í ár.

Páll Fangi við monnum byrjaði kappingarárið púra óvæntað við at vinna á Norðoyastevnu. Óvæntað var hetta, tí fyri fleiri av manningini var hetta fyrstu ferð, teir róðu kapp. Síðani var Páll Fangi júst ov stuttur á næstu stevnu, áðrenn tað bleiv nakað lakari úrtøka tær næstu stevnurnar. Men á Vestanstevnu seinasta leygardag var Páll Fangi aftur frammi í oddinum. Tá sá einki út leingi, men seinastu 200-300 metrarnar var Páll Fangi nokk tann, ið gekk best. Og hann fekk eisini allar bátarnar aftur uttan Hvessing. Munurin fram til Hvessing var 2 sekund. 
Niðanfyri er videobrot av venjingini hjá Páll Fanga í kvøld. Og tað er lítið at ivast í, at teir umborð leggja nógv fyri at vinna seinasta róðurin.