Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Fangi vann ólavsøkuróðurin við fantastiskum endaspurti

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Páll Fangi við monnum endaði kappingrárið eins og hann byrjaði. Páll Fangi vann fyrsta róðurin púra óvæntað á Norðoyastevnu og hóast hann hevur verið nær við fleiri ferðir gjøgnum summarið, so vann Páll Fangi ikki aftur fyrr enn á ólavsøku. Sostatt fingu klaksvíkingar ein sera góðan enda uppá kappingarárið, hóast tað ikki rakk til FM. 

Páll Fangi og Tvørabáturin kappaðust allan vegin og fyri tað mesta var tað Tvørabáturin, ið var millum ein skut og eina hálva bátslongd frammanfyri. Men í endaspurtinum gekk Páll Fangi framá Tvørabátin og hann fór eisini framum í einum sera spennandi róðri. 
Talan er ikki um serliga roynda manning umborð á Páll Fanga, har fleiri róðu fyrsta árið nakrantíð. Tískil eru teir helst væl nøgdir við, at hava vunnið á heimasjógvi og á ólavsøku eins og teir blivu nummar 2 samanlagt í FM kappingini. Tvørabáturin vann FM við 45 stigum frammanfyri Páll Fanga, ið fekk 39 stig. 
Róðurin hjá 6-mannaførum kann síggjast HER
Hagtøl (frá drekin.fo): 
6 mannafør menn
1 Páll Fangi 04:38.09    
2 Tvørabáturin 04:38.19    
3 Smyril 04:41.12    
4 Jarnbardur 04:43.07    
5 Rádni 04:44.04    
6 Lómur 04:45.08    
7 Herningur 04:47.12    
8 Hvessingur 05:01.22    
9 Gongurólvur 05:01.23    
6 mannafør menn (Støðan í FM)
1 Tvørabáturin 45  
2 Páll Fangi 39  
3 Rádni 32  
4 Jarnbardur 25  
5 Lómur 22    
6 Hvessingur 17    
7 Smyril 10    
8 Herningur 5  
9 Gongurólvur 1