Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Fangi vant burturúr hinum

Oliver Joensen

Tað gekst væl hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ídag á Skálafjørðinum. Kvinnurnar í Páll Fanga vórðu einar 3 fýra bátslongdir frammanfyri hinar bátarnar.

Hjá dreingjunum bleiv blikur nr. 1 Fípan Fagnar nr. 2 , Spógvin nr. 3 o.s.v. Hjá 6-mannaførunum við kvinnum bleiv Páll Fangi so langt fremst, heilar 3-4 bátslongdir, so hóast Skálafjarðarróðurin ikki er álítandi um styrki, orsakað av at tað helst vera fleiri bátar, sum fara at rógva á Norðoyastevnu, so hava fípukvinnurnar lagt hart til brots. Eisini vann Páll Fangi mansróðurin, men Klaksvíkar Róðrarfelag hevur ikki meldað Páll Fanga til við monnum og tí vóru tað eysturoyingar, ið róu Páll Fanga ídag. Í hesum róðrinum bleiv Sundabáturin nr. 2.
Hjá gentunum í fimmannaførunum bleiv Fípan nr. 7.
Nevið Reyða kláraði seg eisini væl ídag. Hjá 8-mannaførunum bleiv Argjabáturin nr. 1 og Nevið Reyða nr. 2.
Vit kunnu tískil vænta klaksvíksbátar frammalaga á Norðoyastevnu, tað hitar.

Harleywoodpaint