Líkt er til, at tað í ár er Páll Fangi, sum skal verða flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Fípu-genturnar manna flestu plássini hjá kvinnumanningini, og á manssíðuni er Uni Oknadal bátsformaður næstan komin á mál við at fáa bátin fullmannaðan.
Á kvinnusíðuni er Páll Fangi óiva tann báturin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum seinnu árini hevur nátt teimum frægastu úrslitunum fyri felagið. Umframt fleiri oddasessir er tað blivið til nøkur føroyameistaraheiti eini 3 í tali, harav tað seinasta varð vunnið í 2001 tað ógloymandi árið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag.
Hinvegin hevur tað ikki gingið so væl í hond hjá mannligu manningunum við Pálli Fanga, sum okkum kunnugt ongantíð enn hava vunnið tað fínasta metallið.
Í ár verður Páll
Fangi flaggskip.
Í ár er líkt til, at Páll Fangi verður flaggskipið hjá KRF, tí bæði á kvinnu- og manssíðuni er báturin um at vera mannaður við royndum rógvarum.
Sum nevnt í seinasta blaði, hevur ein stórur partur Fípu-gentumanningini frá í fjør saman við einstøkum øðrum royndum rógvarum tikið seg saman at manna Páll Fanga við kvinnum í ár.
Hóast tað á manssíðuni í løtuni tykist vera rættiliga illa statt við royndum rógvarum, so sær tað út til at vera eydnast Una Oknadal at manna bátin við góðum fólki.
Leggur dent á at
fáa royndar menn.
Kappingin innan føroyskan kappróður er ógvuliga hørð, og hon er ikki blivin lættari tey seinnu árini, heldur tvørturímóti.
Sum royndur rógvari er Uni Oknadal sjálvandi fult greiður um tað, og hann hevur tí lagt seg eftir at manna bátin so væl, sum tað nú einaferð letur seg gera her í økinum.
– Eg havi roynt at fingið rógvarar við royndum, sum samstundis tykjast at hóska saman, upplýsir Uni.
– Sum eg dugi at síggja, so eru hesir teir royndastu sum eru her í økinum. Tað verður í øllum førum ringt at finna fleiri aðrar við líka nógvum royndum.
– Hesar eru treytirnar, tí burtursæð frá teimum seinastu fáu árunum, hevur kappróðurin her norðuri ikki verið nakað serligt, so tað avmarkar seg sjálvt.
Meira um kappróður í blaðnum fríggjadagin.




