Nú er navn sett á tveir av íslendingunum, sum skulu royna seg í TB í ár.
Nú er navn sett á tveir av íslendingunum, sum skulu royna seg í TB í ár.
Andri Freyr Björnsson og Reynir Magnússon eru íslendsku leikararnir, sum nú skulu royna seg í TB. Tað var í august í fjør, at íslendski venjarin hjá TB, Páll H. Guðlaugsson, eftirlýsti í lýsing íslendskum leikarum á íslendsku heimasíðuni fótbolta.net. Og nú eru tveir komnir skrivar sama heimasíðan.
Andri Freyr er 28 ára gamal vinstri bakkur. Andri Freyr spældi í 2012 í bestu íslendsku deildini, tá hann spældi við Selfoss.meðan Reinir er 22 ára gamal álopsleikari og hevur spælt tveir dystir í bestu íslendsku deildini fyri Breidablik, har tann seinasti var afturi í 2011. Hann spældi tríggjar landsdystir fyri U19 landsliðið hjá Íslandi í 2009.




