Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll, Karl Martin og Aldubáran

John William Joensen

Páll Sólstein hevur sítt dagliga virki sum tónleikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn.

Hann spælir horn í hesum úrmælingaorkestri, ið telist millum tey allarbestu í Norðanlondum. Vit her heima kenna hann sum lim í Føroya Symfoniorkestri og í tónleikabólkinum Aldubáruni. Hóast Páll er klassiskur úrmælingur, sokallaður Kongelig Kapelmusicus, so er hann ikki bangin fyri at spæla til eitthvørt høvið, og hevur hann mangan sum dansitónleikari upptraðkað bæði her heima og í Danmark.
Páll hevur seinnu árini gjørt  løg til yrkingar eftir m.a. Christian Matras og William Heinesen . Afturat sær, hevur hann fingið limir úr Aldubáruni at leika undir, og fer sangarin Karl Martin Samuelsen at leggja rødd til.
Páll hevur sjálvur lagt tónleikin tilrættis og tónleikararnir verða hesir: Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen, sangur- Andrea Heindriksdóttir, floyta- Jógvan Zachariassen, fagott- Sámal Petersen, violin- Andras Olsen, trombon- Ólavur Olsen, trompet- Ólavur Jakobsen, guitar- Arnold Ludvig, bass og Stamen Stantchev, keyboards. Umframt tónleikinum,  verður eisini frásøgn um yrkingarnar og hetta fer Andrass Sólstein at taka sær av.

Konsertin verður í Atlantis fríggjakvøldið 1. apríl kl. 21.00