Millum hundraðtals børn og vaksin, sum tóku ímóti Jólaskipinum leygarkvøldið, hittu vit Páll Klettskarð, sum er komin heim í jólafrí úr Keypmannahavn.
Páll Klettskarð, sonur Óluvu Klettskarð og Andras Sólstein, hevur sum klaksvíkingur spælt við KÍ øll síni barna- og ungdómsár, har hann eisin hevur verið á ymiskum landsliðum.
Evnini til fótbóltin hevur hann góð, og serliga er tað í álopinum, at Páll hevur gjørt um seg higartil.
FC Amager mennir
føroyskar leikarar
Tá ið Todi Jónsson fyri fáum árum síðan yvirtók felagið Fremad Amager, fekk tað eitt nýtt navn – FC Amager – har FCK er fyrimyndin. Eitt av endamálunum hjá hesum serføroyska felag í Danmark er, at tað skal vísa serligan áhuga í føroyskum fótbóltsleikarum, sum skulu fáa møguleikar til at koma til felagið at venja og spæla.
Ein av evnaríku føroysku fótbóltsspælarunum, sum higartil hava fingið møguleikan í FC Amager, er Páll Klettskarð, sum nú man hava verið í felagnum í umleið hálvtannað ár.
Endamálið við, at Páll er fluttur frá KÍ til FC Amager, er sjálvandi at geva honum enn betri møguleikar og umstøður at mennast sum fótbóltsspælari.
Venja hvønn dag
við besta liðnum
Í FC Amager venur Páll hvønn dag í vikuni, og sum oftast er ein dystur um vikuskiftið, har hann er við.
Í løtuni spælir Páll við unglingaliðnum hjá felagnum, sum luttekur í eini kapping, sum er á høgum støði í mun til sama aldur her heima.
Eitt annað, sum er vert at leggja til merkis, er, at venjingarnar í FC Amager, eru saman við besta liðnum hjá felagnum, og Páll sigur eisini, at hetta veruliga merkist á venjingunum – tær eru á veruliga høgum støði, og tað er hann sjálvandi fegin um.
Komin í helvt við
studentsútbúgving
Fyri 1½ ári síðan byrjaði Páll í studentaskúla, og hann er sostatt komin í helvt við hesi útbúgvingini.
Á henda hátt ganga fótbóltur og skúlagongd hond í hond, har Páll nemur sær bókligan lærdóm, samstundis sum hann eisini satsar upp á fótbóltin.
– – –
Men, sum sagt, so er Páll Klettskarð í løtuni heima í Klaksvík og heldur jól saman við sínum kæru, nú vit hittu hann á Stongunum leygardagin, har hann og lítlibeiggin, Ári, tóku ímóti Jólaskipinum.
Gleðilig jól!




