Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Mohr Joensen var ólógligur leikari

John William Joensen

staðfestir Ítróttardómstólurin og slær fast at tað er í tráð við siðvenju at HB verður dømt at tapa dystin.

Hóast ítróttardómstólurin í øllum punktum vísir aftur páhaldunum hjá HB í málinum um leikara loyvi hjá Pálli Mohr Joensen, so krevur dómstólurin at kappingarnevndin tekur málið upp aftur tí ivi er sáddir um leikaraloyvi hjá øðrum leikarum.

Dómstólurin mótsigur sær sjálvum
Hóast dómstólurin í málinum viðvíjandi Páll Mohr Joensen, staðfestir, at ….. tað er HB, ið hevur próvbyrðuna fyri, at skjøl eru send FSF….. og…… Sambært stk. 2 í somu grein hava feløgini ábyrgdina av á hvørjum ári og í seinasta lagi 1. mars í kappingarárinum at fráboða allar sínar leikarar til FSF…….so sigur dómstólurin í grundgeving fyri úrskurðin av dóminum, at…….. Ítróttadómstólurin metir, at FSF hevur próvbyrðuna fyri, at hesir leikarar ikki eru í somu støðu sum Páll Mohr Joensen. Hesa próvbyrðu hevur FSF ikki lyft, og tá FSF framvegis ikki hevur tikið støðu í nevndu málum, kann ikki avvísast, at FSF viðger leikarar/feløg í somu støðu ymiskt. 

Av tí at ítróttadómstólurin uttan nakra kanning, metir at ivi er sáddir um leikaraloyvi hjá øðrum feløgum, so er niðurstøðan hjá dómstólinum tann at øll hesi mál skulu takast upp av nýggjum.
Í stuttum kundi ein kanska tulka hetta soleiðis: … Av tí at fleiri bandittar ganga leysir so er ikki rætt at døma teir, sum ein fangar, fyrr enn allir eru fangaðir!!!

Eftir tí, sum Norðlýsið hevur fingið at vita var ósemja í dómstólinum um hesa niðurstøðu, men hetta verður einki sagt um í niðurstøðuni hjá dómstólinum. Hóast ítróttardómstólurin sigur seg í tygn verða hægsta vald í føroyskum ítrótti, so hevði dómstólurin ikki mátt til at koma við nakrari niðurstøðu um høvuðsstaðarfelagið.


Brot úr úrskurðinum hjá Ítróttardómstólinum:


Havnar Bóltfelag:
– Kappingarnevndin ikki hevði heimild at taka málið upp, tí talan ikki er um serligt føri sambært § 39, stk. 3 í kappingarreglunum.

Ítrótardómstólurin:
….Ítróttadómstólurin er av teirri fatan, at hvørt talan er um serligt føri í stóran mun er ein metingarspurningur, har tað fyrst og fremst er upp til Kappingarnevndina at meta um spurningin. Tá orsøk ikki er fyri at halda, at Kappingarnevndin greitt er farin út um heimildir sínar í hesum sambandi, metir Ítróttadómstólurin ikki, at orsøk er til at leggja seg út í hesa meting….

Havnar Bóltfelag:
– FSF átti at havt skrivað út loyvisbræv, tí reglurnar í §§ 14 og 15 í kappingarreglunum um loyvisbrøv eru ógreiðar, og at HB tann 11. januar 2006 hevur latið FSF allar kravdar upplýsingar.

Ítróttardómstólurin:
Viðvíkjandi §§ 14 og 15 í kappingarreglum fyri fótbólt
Í § 14, stk. 1 í kappingarreglunum hjá FSF er ásett, at leikari fyri at kunna luttaka í lands- og steypakappingini, skal hava loyvisbræv frá FSF.
Sambært stk. 2 í somu grein hava feløgini ábyrgdina av á hvørjum ári og í seinasta lagi 1. mars í kappingarárinum at fráboða allar sínar leikarar til FSF við upplýsingum um navn, bústað og føðingardag. FSF skrásetir leikararnar og útflýggjar loyvisbrøv. Leikari er sambært stk. 3 at meta sum lógligur leikari, tá hann hevur fingið loyvisbræv.
Leggjast má til grund, at Páll Mohr Joensen ikki hevði gildugt loyvisbræv frá FSF, tá dysturin varð leiktur 25. mars 2006.

Havnar Bóltfelag:
– ivasamt er, hvør hevur próvbyrðuna fyri, um FSF hevur móttikið skjalið leysgeving/loyvisbræv- FSF ella HB.

Ítróttardómstólurin:
– Ítróttadómstólurin er av teirri fatan, at tað er HB, ið hevur próvbyrðuna fyri, at skjøl eru send FSF.

Havnar Bóltfelag
– málið viðvíkjandi Pálli Mohr Joensen ikki er viðgjørt samsvarandi líkaregluni, tí onnur dømi eru um vantandi loyvisbræv, har FSF einki hevur gjørt.

Ítróttardómstólurin
Ítóttardómstólurin metir, at tað at dømi eru um, at leikari ikki er mettur ólógligur orsakað av vantandi loyvisbrævi, og at siðvenja er, at leikarar, ið ongantíð hava skift felag og tí ongantíð hava fingið formligt loyvisbræv frá FSF, kann ikki í sjálvum sær føra til, at Páll Mohr Joensen kann spæla uttan loyvisbræv bara grundað á innlatna leikarasáttmálan.

Havnar Bóltfelag
– avleiðingin at tapa dystin er ov hørð í mun til møguliga brotið havandi proportionalitetsprinsippið í huga.

Ítróttardómstólurin
Ítróttadómstólurin er av teirri fatan, at tað er skyldan hjá felagnum, ið viðkomandi leikari skal leika fyri, til eina og hvørja tíð at syrgja fyri, at viðurskiftini viðvíkjandi loyvisbrævinum eru í lagi. Tí tekur Ítróttadómstólurin eisini undir við, at vanliga avleiðingin av manglandi loyvisbrævi er, at felag verður dømt at tapa 0-3